Borgarstjóri fer kl 11.00 í morgun at avdúka heimsins størsta frímerki í Klaksvík
Hetta er liður í Torradøgunum, at frímerkið kemur út í Klaksvík í dag.
Borgarstjórin og Leiðarin á frímerkjadeildini: Svanbjørg Manai standa fyri hesum tiltaki. Størsti parturin av suðurgalvinum á posthúsinum í Klaksvík er nevniliga eitt frímerki.
Hetta er eitt 100-ára frímerki, sum posthúsið hevur givið út. Klaksvíkar kommuna hátíðarheldur í 2008 at kommunan er 100 ár sum salvstøðug kommuna.
Aftaná avdúkingina verður farið innum, har boðið verður uppá ein lættan bita – Eisini fer Edvard Fuglø, sum hevur sniðgivið frímerkið, at signera fyrstadags bjálvar.
Eisini er ein framsýning inni á posthúsinum um frímerkið og um tær gomlu postleiðirnar úr Tórshavn og helt til Viðareiðis.
Tiltakið er alment og eru øll hjartaliga vælkomin!
Framsýningin verður á posthúsinum alla Torravikuna.




