Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skráin fyri innsetanina av amerikanska forsetanum

Helgi Abrahamsen

Í dag fær USA ein nýggjan forseta, og í tí sambandi verður nógv gjørt burturúr. Nógvir møguleikar eru at fylgja við hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 13:30 okkara tíð.

Í  dag fær USA ein nýggjan forseta, og  í  tí  sambandi verður nógv gjørt burturúr. Nógvir møguleikar eru at fylgja við hátíðarhaldinum, sum byrjar klokkan 13:30 okkara tíð.

Hetta er skráin (klokkutíðirnar eru allar føroysk tíð):

13:30: Morgungudstænasta í St. Johns Church.

Tað hevur verið siðvenja at byrja dagin  her, líka síðani Franklin D. Roosevelt gjørdi tað í  1933.

14:30: Fundur í Hvítu Húsunum.

Aftaná  gudstænastuna gongur komandi forsetin ta stuttu leiðina í  Hvítu Húsini, har hann hevur ein stuttan fund við fráfarandi forsetan.

Eftir fundin: Fráfarandi og komandi forsetin ferðast saman til kongressbygningin Capitol, har  sjálv innsetanin fer fram.

16:30: Innsetanin:

Komandi varaforsetin, Mike Pence, svørjir eiðin á  pallinum  á  vestursíðuni av  Kongressbygninginum. Síðani svør komandi forsetin, Donald  Trump eiðin. Tað er klokkan  12 lokala tíð (klokkan 17 føroyska tíð).

17:00: Setanarrøðan:

Tá  Donald Trump hevur svorið eiðin, skal hann halda setanarrøðuna.  Hetta hevur verið  siður líka síðani fyrsti forsetin varð innsettur í  1789. Men longdin  á  røðunum hevur verið  ymisk. Tann longsta var 8.445 orð og tann stytsta var bara 135 orð.

Aftaná setanarrøðuna: Fráfarandi forsetin sigur farvæl:

Síðani 1977 eru fráfarandi forsetin og forsetafrúan farin frá  Capitol  í  tyrlu (um veðrið loyvdi tí).

Tíðliga um kvøldið: Nýggi forsetin fær eina máltíð í Grand Statuary Hall í Kongressini.

Um kvøldið: Innsetanarskrúðgonga:

Ferðast verður til Hvítu Húsini. Umleið 8.000 persónar eru við í gonguni og forsetahjúnini ganga/koyr á odda.

11:00: Innsetanarveitslur:

Dagurin endar við trimum stórum veitslum, sum verða á  tveimum hæddum í  Walter E. Washington Convertion Center og National Building Museum.

Roknað verður við at Donald Trump fer at halda røðu og dansa á  øllum trimum veitslunum.