Byrjað verður við morgunmati kl. 10 fyrrapartin og hildið verður á til kl. 04.00 í nátt
Teir flestu av teimum bestu føroysku tónleikarunum savnast á Viðareiði í dag.
Norðfestivalurin er tiltak, sum skal seta Viðareiði á kortið aftur, segði Jógvan Heinesen við Norðlýsið herfyri. Tiltakið er eisini til børn við spælilandi og eisini vitjar Silvi kl. 14.00.
Viðingar fara at fletta eina kúgv kl. 13.00.
Skráin er drúgv, tað er bara at hyggja í hana.
Ókeypis bussar koyra av sandinum í Klaksvík til Viðareiðis og náttarbussur koyrir til Tórshavn aftaná festivalin.



