Á skránni er m.a. regattasigling, WaterShow og føroyameistarakappingar í Egning, agnskering, vinda hespu upp í noða, togtogan, sjómannstaki o.m.a.
Mikudagin 15. august:
19.00 – 20.30
Sjómanssøgur og sjómansvísur í Atlantis –
Fischer Heinesen – tá ið rak við og ímóti
Óli Olsen rithøvundur, sum er um at verða liðugur við at skriva bók um ævisøguna hjá Fisher Heinesen, fer at siga frá onkrum hendingum á lívsleið Fishers, bæði á sjógvi og landi
—————————————–
Hósdagin 16. august:
17.00 – 19.00
Bátasavnið í Leirvík er opið
18.00 – 19.00
Fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir
20.00
100 fløskupostar verða tveittir út í Kalsoyarfirði
——————————————
Fríggjadagin 17. august:
14.00 – 18.00
Fiskivinnuráðstevna í Skálanum
Føroya Reiðarafelag skipar fyri
17.00 – 19.00
Bátasavnið í Leirvík er opið
———————
Leygardagin 18. august:
08.00 – 09.00
Tey føroysku træ-seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggja á Stongunum
Vestward Ho – Jóhanna – Norðlýsið – Anita – Fram
09.00
Stórt morgunmatarborð á Stangabrúnni
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri bjóðar vælkomið
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálumm, setur Føroya Sjómannadag
09:30
SkipaQvistin 2007
Undankapping til stóru spurnarkappingina hjá Skipalistanum.
Øll kunnu luttaka.
10.00
Føroysku træ-seglskipini sigla regattasigling út eftir Vánni og norður gjøgnum Kalsoyarfjørð
Um viðrar, seta teir segl á Vánni
Skipini verða aftur á Klaksvík kl. 15.
Dragin – Westward Ho – Jóhanna – Norðlýsið – Anita – Fram
10:00
Stórir føroyskir bátar, við árum og seglum, leggja at bryggju norðuri á Stongunum.
10.15
Kajak-rógvarar vísa síni kynstur út fyri Stangabrúnni
10.30
Togtogan millum skipsmanningar
11.00
Grindahvalir verða skornir upp, og greitt verður frá um uppskering.
11.00
Svimjikapping um vánna
11.15
WaterShow
Klaksvíkar Fimleikarfelag skipar fyri undirhaldslopum á bryggjuni
Kapprógving við fiskakassum
11.30
Føroyameistarakapping – trolbøting
12.30
Bjargingarroynd hjá Norðoya Bjargingarfelag
13.00
SkipaQvistin – Finalan
Vinnandi liðini frá summarstevnunum kring landið (Vestanstevnu, Jóansøku, Sundalagsstevnu, Varmakeldu, Fjarðastevnu) kappast í stóru finaluni á Føroya Sjómannadegi.
14.00
Føroyskir bátar, við árum og seglum, loysa frá bryggju á Stongunum og sigla á Vánni.
Lagt verður aftur at bryggju á Stongunum umleið kl. 14:30
14.00
Føroyameistarakapping – at vinda hespur upp í noða
Kappingin er fyri pør
14.30
Mótaframsýning – Skipstroyggjur og onnur sjómannaklæði
15.00
Føroysku Træ-seglskipini leggja at bryggju á Stongunum
15.00
Føroyameistarakapping – sjómanstak
16.00
Føroyameistarakapping – at kasta fanglínu
16.30
Føroyameistarakapping – at halda dregg
17.00
Føroyameistarakapping – kelving
17.30
Føroyameistarakapping – at skera agn
18.00
Føroyameistarakapping – egning
Steypahandan til bestu skip og bátar í Føroyum
Hendrik Old, formaður í Vinnunevnd Løgtingssins, sigur nøkur orð og handar heiðurstekin
Niclas Heri Jákupsson endar Føroya Sjómannadag
23.00
Ókeypis ”dans på brygga”
Dansihugni sýnir fram fólkadans og undirvísir í "linedans".
—————————————————-
Sunnudagin 19. august
11.00
Sjómansgudstænasta í Christianskirkjuni
Jógvan Fríðriksson prædikar
16.00 – 18.00
Bátasavnið í Leirvík er opið
18.00
Sjómansmøti í teltinum
—————————————–
Framsýningar og onnur tiltøk
Livandi fiskar
Framsýning av livandi fiskum, skeljadjórum o.ø. á Stangabrúnni
Rógving við Kappróðrarbátum
Klaksvíkar Róðrarfelag bjóðar fram rógvitúrar á Vánni
Motorframsýning
Framsýning av gomlum Benzinmotorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50 ini
Ternan sýnd fram
Strandferðsluskipið Ternan liggur til framsýning á ferjuleguni
Flakakvinnur skera og selja fløk
Umframt omanfyri nevndu tiltøk eru eisini hópin av matstøðum og øðrum framsýningum.
Meira verður at frætta í Norðlysinum sum verður borið í hvørt hús í Føroyum týsdagin.




