Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skráin fyri Vísindavøkuna fríggjadagin 26. september

Oliver Joensen

Árliga Vísindavøkan verður komandi fríggjadag, tann 26. september frá kl. 8 til 22. Tiltakið verður í iNOVA á Hoyvíksvegi 51.

Granskingarráðið skipar fyri Vísindavøkuni í samstarvi Búnaðarstovuna, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fiskaaling, Fróðskaparsetrið, Havstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Jarðfeingi, Landssjúkrahúsið, Søvn Landsins og Umhvørvisstovuna.

Skráin fyri Vísindavøkuna:

8.00-22.00 Vísindavøkan er opin
Allir granskingarstovnarnir hava básar við ymiskum samvirknum tiltøkum og fólki, sum greiða frá teirra virksemi.

Millum annað fer Havstovan at sýna fram ymsar fiskar, Umhvørvisstovan fer at kunna um luftkanningar, Fróðskaparsetrið fer at vísa, hvussu jarðriv henda og Granskingarráðið fer at hava spurnakapping og annað. Tað verður møguleiki at síggja ymiskt forkunnugt undir sjóneyku og at síggja, smakka, lukta og nema við ymiskt úr granskingarverðini.

Alisfrøðilærarar og -næmingar úr Hoydølum gera ymsar royndir saman við gestunum.

Ein krókur verður til børn, har tey kunnu tekna og ymiskt annað

08-15-13.30Almennar franløgur

15 min. hvør – tilmelding neyðug.
Fyrrapart eru11 framløgurserliga ætlaðar miðnámsskúlanæmingum:

  • Yvirliva vit – tøl og tendensir úr heilsukanningum
  • Lundi ella pingvin – málmenning hjá føroyskum børnum
  • Rákið á firðunum
  • Tú verður, tað sum mamma tín etur – umhvørvisávirkan í móðurlívi
  • Tá Gud fær gron – Religiónskritikkur og talufrælsið í ST
  • Soppar alneyðugir og fjølbroyttir skrellimenn
  • Slóðbrótandi 3D tøkni kann bjarga føroyska minninum
  • Immunohistochemistry: The Scientist’s paintbrush
  • Pløyen og moderniseringin í 19. øld – amtmaður sum kollveltingarmaður
  • Várbeiti og veðurlag – Ávirkar veðurlagið vistskipanina á Landgrunninum?
  • Reinsifiskar – ein øðrvísi máti at avlúsa laks

Tað er fullteknað til fleiri av hesum framløgum. Yvirlitið við nøvnum og tíðum sæsther

15.00Vísindavøkan verður sett
Guðrið Andorsdóttir forkvinna i Granskinagrnevndini heldur røðu
Kaffi og kakur verða at fáa

15.30-17.45Almennar franløgur
15 min. hvør – ikki neyðugt at melda til.
Seinnapartin eru 5 framløgur ætlaðar almenningi:

  • Hvussu fái eg gleði av mínum tunglyndi?
  • Buldur á Viðareiði og heita keldan í Kollafirði
  • Næsta stig á kolvetnisleiðini kann verða ein djúp boring á landi
  • Tá Gud fær gron – Religiónskritikkur og talufrælsið í ST
  • Turrir brunnar – hvat nú? Oljuleiting í føroyskum øki

Yvirlitið við nøvnum og tíðum sæsther

19.30Kvøldseta
Vit bjóða ein tíma við nøkrum øðrvísi granskarasøgum og einum stuttum filmi.
Vit bjóða snaks úr purpurhinnu tara við tarasalti og eddikapulvuri og øl og vatn frá Føroya Bjór.

20.30 Ársins heiðursløn fri bestu almennu miðling av gransking
Dómsnevndin avdúkar, hvør fær ársins heiðursløn og 5000 kr.
Dómsnevndin hevur valt móttakaran millum uppskotini, sum eru send Granskingarráðnum. Í dómsnevndini eru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið.

22.00 Vísindavøkan endar

Aftaná at miðlaheiðurslønin er handað er høvið at vitja básarnar eina løtu afturat. Teir stovnar, sum hava skipað fyri kappingum, fara at avdúka vinnararnar av kappngunum. Vit væntað at .tiltakið endar umleið kl. 22