Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skráin hjá Jólaskipinum

Oliver Joensen

Tað sær spennandi út fyri morgindegnum, tá jólamenninir koma við Jólaskipinum. Vit hava fingið skránna frá Høvuðsjólamanninum:

Sum fyrr sagt, so verður jólaskipið á Klaksvík í morgin kl. 18.00. Sum øll undanfarin ár, so fer skrúðgonga niðan á vøllin.

Á vøllinum verður skráin hendan:

• Borgarstjórin Steinbjørn O Jacobsen flytur fram røðu.
• Høvuðsjólamaðurin sigur nøkur orð
• Felagssangur – jólasangir fyri børn
• Høvuðsjólamaðurin hoppar uppum jólamenn
• Ársins Rósa 2008
• Felagssangur – Gleðilig Jól
• Jólamenn deila jólapakkar út

Blíðar heilsanir