Her er eitt yvirlit yvir møti og tiltøk annars í Betesda um jólini og nýggjárið.
Jólaaftan 24. desember 2022
KL. 16:00 JÓLAHUGNALØTA
Umframt felagssang og tónleik hoyra vit jólaevangeliið lisið á ymsum tungumálum.
Maria á Lakjuni Simonsen sigur eina søgu, og Ragnar Niclasen hevur eitt orð.
Ragnar og konan, Liz, sum er úr Kanada, eru fulltíðar trúboðarar á Filipsoyggjum. Ragnar, sum er føddur og uppvaksin í Klaksvík, fór til USA á bíbiluskúla í 1974, og hevur sostatt veri í fulltíðar trúboðanartænastu í skjótt 50 ár. Tey eru heima á klettunum um jólahøgtíðina og nakrar vikur inn í komandi ár.
Løtan endar umleið kl. 17:00.
This meeting will be translated to english. Møtið verður umsett til enskt.
1. jóladag 25. desember 2022
KL. 11:00 BREYÐBRÓTING
EINGIN SUNNUDAGSSKÚLI VERÐUR 1. JÓLADAG.
Sunnudagsskúlin er í jólafrí og byrjar aftur sunnudagin 8. januar 2023 kl. 12:30.
KL. 18:00 EVANGELISKT MØTI
Sangkórið í Betesda syngur, og sjófólk luttaka við talu og vitnisburði.
This meeting will be translated to english. Møtið verður umsett til enskt.
2. jóladag 26. desember 2022
KL. 18:00 EVANGELISKT MØTI
Útisetar leiða og spæla til felagssangin og luttaka við talu og vitnisburði.
This meeting will be translated to english. Møtið verður umsett til enskt.
Mikudagin 28. desember 2022
KL. 20:00 UPPBYGGINGARMØTI
Ásbjørg Hjelm, Anja Nielsen, Sámal Rasmussen og Hans Elttør kunna um teirra luttøku í ymsum missiónstiltøkum í øðrum londum.
Dópur verður á hesum møtinum.
Fríggjadagin 30. desember 2022
NÝGGJÁRSVEITSLUR FYRI BØRN
Aftur í ár er tað ein serstøk gleði at bjóða sunnudagsskúlabørnunum á nýggjársveitslu í Betesda.
Kl. 11:00 Veitsla fyri børn 0-3 ár.
Kl. 15:00 Veitsla fyri børn, sum eru 4 ár og til og við 1. skúlaflokk.
Kl. 19:00 Veitsla fyri tey í 2. flokki og eldri.
Øll børn er vælkomin, eisini at bjóða vinum sínum við.
Nýggjársaftan 31. desember 2022
NÝGGJÁRSAFTANSLØTA Í BETESDA KL. 17:00 TIL 18:15
Løtan er undir heitinum ”Við árslok”, ætlað bæði ungdóminum, fólki í góðum árum og eldri.
Ætlanin er at leggja serligan dent á veruleikan at: ”Samkoman í Betesda er partur av trúboðanarverkinum” og ein løta at hugsavnað seg um ”farna árið og tað komandi”.
Kl. 16:30 til 17:00 verður spældur klaver- og orgultónleikur, og ungdómurin spælir onkur lættari løg.
– Her kunnu fólk seta seg niður róliga, hugsa um farna árið og hugsa um ynskini til komandi árið.
Kl. 17:00 byrjar sjálv løtan, har skráin fevnir um felagssang, Sámal Mikkelsen hevur eitt orð um samkomuna og trúboðan, og 17 Sangarar syngja eini tvey løg í samband við ársskifti.
Umleið kl. 17:30 verður ein bønaløta í umleið 20 minuttir. Síðani verður enda við einum kendum felagssangi til løtuna.
Øll eru hjartaliga vælkomin til Nýggjársaftansløtuna. – Nýggjársaftan er altíð nakað serligt.
Nýggjársdag 1. januar 2023
KL. 11:00 BREYÐBRÓTING
Craig og Claire Niclasen, sum virka fyri HARRAN innan trúboðanarfelagsskapin OM í Birmingham, Onglandi, verða við til møtið og hava eina kunning eftir breyðbrótingina. Tey fara av landinum aftur 2. januar 2023. Craig er sonur Ragnar og Liz Niclasen.
EINGIN SUNNUDAGSSKÚLI VERÐUR NÝGGJÁRSDAG.
KL. 18:00 EVANGELISKT MØTI
Nærri lýsingar av tiltøkum verða lagdar út seinni.
Hjartaliga vælkomin í Betesda
Samkoman í Betesda ynskir øllum fólki okkara, á landi og sjógvi, eini gleðilig og friðsæl jól og eitt av HARRANUM signað nýggjár.


