Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skráin til við Brúnna kunngjørd

Tíðindaskriv

Nú nærkast í stórum til tónleikatiltakið á Oyrarbakka leygardagin. Talan er um eina sera fjølbroytta skrá, frá slagarum hjá Nicolinu á Kamarinum, Alex Bærendsen og Martin Joensen og barnasangum hjá Jensinu Olsen til kvæðarock við Týr. Eisini verða lokal nøvn á skránni m.a. Marni Kruse, Signar í Homrum og Bacon. Umframt tónleik á teimum tveimum pallunum, verður dansur við Norrøna Dansband í Eydnuni í samband við tiltakið. Harumframt verður loyndarfulla tiltakið ”Njørður”, har ein kendur sangari ferð at hava eina serliga framførslu á einum heilt serligum staði á økinum. Til Njørður er tó avmarkað atgongd. 

Eisini skipað fleiri av ítróttarfeløgunum í økinum m.a. EB/Streymur, KÍF, EB-hondbóltur, Sunda Róðrarfelag, Sunda Judofelag og Sunda Talvfelag fyri matsølu, camping og ymiskum barnaundirhaldi m.a. bóltspølum á økinum. Fyrireikararnir hava nú kunngjørt rúgvismiklu skránna og fyrireikingarnar til tiltakið eru komnar heilt væl áleiðis. 

Skráin sæst við at trýsta á hesa slóðina www.vidbrunna.fo/skrain .