Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrásett parlag.

Sv. av Lofti.

Karlott Hergeirson, valevni hjá Framsókn, skrivar í grein í Sosialinum, at ”skrásett parlag skal góðskustempla Føroyar sum eitt tíðarhóskandi samfelag.”

Samstundis er tað honum um at gera at siga, ”Tað kirkjuliga vígsluritið skulu politisku flokkarnir ikki blanda seg uppí.”

Øll, sum hava fylgt við vita, at slíkar útsagnir verða bornar fram fyri at royna at sissa mótstøðuna móti samkyndum hjúnalagi og endaligu ætlanini.

Men vit hava ikki gloymt, at í t.d. Danmark, byrjaði tað júst soleiðis sum Karlott og flokkur hansara og aðrir flokkar vilja gera. Og hvussu er støðan nú í Danmark? Nú hava danskir politikarar noytt eitt homoseksuelt vígslurit inn í kirkjurnar.

So við at slóða fyri broyting í hjúnabandslógini gongur Karlott og hansara flokkur – og tíverri eisini aðrir flokkar inn fyri eini broyting í hjúnabandslógini, sum fer at gera tað ónatúrliga kynslívið natúrligt og lógargóðkenna og javnseta parlag millum tveir menn og tvær kvinnur við hitt gudgivna hjúnalagið, sum hevur verið hildið í heiður og æru higartil í Føroyum.

Hetta er ein sera óhugnalig kós, ið navngivnir politiskir flokkar virka fyri, sum eigur at fáa øll kristin í landinum at hugsa seg væl um, hvar tey seta krossin valdagin.

Sv. av Lofti.