Fyri løtu síðan var stórt skriðjulop á Kunoyarvegnum, og í løtuni er vegurin til Kunoyar stongdur.
Men frá Landsverk eru á staðnum, men í løtuni er ilt at meta um nær koyrandi verður aftur.
Tosað verður um at ta´møguliga eru trý ymisk lop. Vit vóru á staðnum ímeðan grivið var ígjøgnum fyrsta skriðjulopið, og sum sæst á myndunum, so er lopið rættuliga stórt. Vegjaðarin og bilverjan hava fingið skaða. Hvussu er við heimaru lopunum vita vit av góðum grundum ikki, tí tað tekur sína tíð at grava ígjøgnum fyrra lopið. Úr Kunoy halda tey, at heimara lopið, ella tað sum er nærri bygdini er størri, so sigast má at lopini eru stór.
Sum lesarin skylir eisini á tekstinum, so er eitt sindur ógreitt um talan er um tvey ella trý ymisk lop.




