Múlavegurin er nú stogndur eftir skriðjulop og á Viðareiðisvegnum eru áir farnar upp um vegbreytina
Frá Landsverk verður sagt at ógvusligt áarføri er norðanfyri í løtuni og fólk verða biðin um at sýna størsta varðsemi á Viðareiðisvegnum.
– Tvørrennurnar hava ilt við at svølgja og tí er stórur vandi fyri at áir fara at leypa. Fólk verða biðin um at sýna størsta varðsemi á Viðareiðisvegnum.
– Múlavegurin er nú stongdur – tí har er autoverjan og annað farið eftir eitt skriðjulop.




