Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivað stendur

Lesarabræv

Fríggjadagin 24. juli hevði fólk frá Kringvarpinum (KvF) samrøður við fólk frá LGBT, sum vóru í holt við at skriva skeltir/slagorð til teirra skrúðgongu. Hugskotini vóru nógv og fjølbroytt, sum tað ljóðaði. Jú, tað skrivaða orðið, eisini á skeltum, ber sín boðskap.

– Samrøðan í KvF fekk meg at hugsa um mannin frá Nasaret, Jesus Kristus, sum í stríði við Djevulin segði: “Skrivað stendur!” og vísti á Guds æviga orð. Jesus sigraði á Djevlinum við at standa á tí kletti, sum eitur: ”Skrivað stendur” (Matt 4).

– Samrøðan í KvF fekk meg at hugsa um samrøðuna, fariseararnir høvdu við Jesus um hjúnalag og hjúnaskilnað: ”… frá upphavi skapaði hann [Gud] tey kall og konu. Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu vera eitt hold. So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Gud tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja!” (Mark 10).

– Samrøðan í KvF fekk meg at hugsa um Jesus, sum í samrøðu við Saddukeararnar segði: “Tit fara villir, tí tit kenna hvørki skriftina ella Guds mátt … hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Gudi, ið sigur…!” (Matt 22). Jesus stóð á klettinum “Skrivað stendur” og vegleiddi út frá tí, sum skrivað stóð. Onnur dømir kundu eisini verið nevnd.

Jesus, sum segði: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið,” stóð mitt í Skriftini og boðaði hana, bæði til vinir og fíggindar, bæði tíðliga og síðla. Tí Jesus var (Guds) “orðið, sum varð hold og tók búgv okkara millum”. Jesu trúvirði, kærleiki, náði … og vegleiðing um, hvussu mannalívið skal livast, hevði altíð sítt støði í Guds góða vilja – sum hann hevur givið til kennar í Skriftini.

Í Lukas 19 grætur Jesus um Jerúsalem. Hví? Tí fólkið vildi ikki hoyra orð hansara og gera eftir tí. Tí var dómurin vísur. Dómurin var ein óhugnaligur veruleiki ár 70, tá ið Jerúsalem varð lagdur í oyði. Signing ella banning Guds er tengd at, um fólkið lýðir vilja hansara ella ikki.

Hvønn vísdóm? 

Tá ið LGBT á okkara døgum skal finna nýggj orð, slagorð, livihættir, kyn … í navni fjølbroytnisins, hvønn vísdóm søkja tey tá? Er tað tann, sum Skriftin – Jesus, profetarnir og ápostlarnir geva? Ella er tað heimsins, holdsins og vitskunnar vísdómur, sum Jesus segði um: Hvussu kann blindur leiða blindan? Tíbetur hevur Gud givið okkum sín góða vilja til kennar í Skriftini.

“Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? Við at halda seg eftir orði tínum” og: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni”, (Sálm 119,9 og 105). Brennandi spurningurin er tí: Vilja vit vera Gudi lýðin? Vilja vit hava GUD til GUD?

Ljós og salt 

At liva í Guds góða vilja og boða hann er Guds hægsta ynski fyri øll menniskju – til allar tíðir. Hetta er Guds fólks – kirkjunnar, samkomunnar aðalmál og uppgáva. Í og við at Guds fólk gera tað, eru tey ljós og salt og ein staður á fjøllum, sum ikki kann fjalast samb. Jesu Fjallaprædiku (Matt 5-7).

Í hesum tíðum, har ágangurin á hjúnabandslógina og onnur etisk virðir er sera stórur, undrar tað meg, at so lítið er at hoyra frá prestum og samkomuleiðarum, sum minna fólkið á Guds góða vilja í Skriftini. Vónandi gera teir tað í sínum kirkjum og samkomuhúsum. Men tað gjørdi einki, um tað eisini kom alment fram. Tvørturímóti.

Tá ið Theodor E. Olsen, prestur, í samrøðu í Sosialinum 10. juli sigur, at ”kirkjan ikki kann hava eina konkreta meining sjálv, tað kunnu bert einstaklingarnir – prestar, bispar, limir í Fólkakirkjuni”, er tað óivað nakað um tað.

Men síðani sigur Theodor, at vit hava upplivað, “at prestar hava talað at á prædikustólinum, men eisini tá er tað fyri prestsins egnu rokning”, uttan at útdjúpa, hvat hann meinar við at “tala at”.

Um ein prestur og prædikumaður, sum á prædikustólinum á Bíbliunnar grund talar at ólevnaði, órættvísi, dálking og avgudadýrkan, og talar sum Skriftin, at hjúnalag bara kann vera millum ein mann og eina kvinnu, og at seksuelt samlív er av Gudi, ætlað í hjúnalagi millum ein mann og konu hansara, skal siga tað fyri egna rokning, undrar tað meg stórliga. So er prædikustarvið eitt ússaligt “One man show”. Stakkals prestar og prædikufólk – um so er. Ábyrgdin er stór frammanundan – skulu vit sjálvir standa við endan afturat? Um so er, má eg í øllum førum umhugsa, um eg skal finna mær annað starv og tiga.

Men samstundis er tað rætt, at eru tað “snildiligar samanpentaðar søgur” ella “ævintýr” sum Pætur og Paulus ápostlar nevna tað, ið koma frá prædikustólinum, tá er tað fyri egna rokning.

Guds orð er Guds kraft 

Pætur minnir kirkjuliðið á at vaka og biðja og sigur: “um einhvør talar, tá tali hann sum Guds orð” (1 Pæt 4,11). Tey foreldur, tann omma og abbi, tann sunnudagsskúlalærari, prædikumaður/kvinna, trúboðari, lærari, prestur og bispur, sum stendur á Bíbliunnar grund og sigur: ”so sigur Harrin” ella: “skrivað stendur” skal vita, at tú stendur ikki við rokningini sjálvur/sjálv. Tú stendur á profetanna og ápostlanna grund, og hvílir á Jesu og Guds herðum. Tú leggur rødd og lív til Guds orð og vilja og ert tá undir náði hansara, í tænastu hansara og samstundis undir kraft og signing hansara.

Er tað Guds orð, sum boðað verður, hevur Skriftin myndugleikan og Gud ábyrgdina. Harrin segði við Jeremia: “Tí at eg vil vaka yvir orði mínum til tess at evna tað” (Jer 1,16).

Jesus segði: ”Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir” (Matt 24). Er gleðiboðskapurin “Guds kraft til frelsu”, so er hann eisini Guds kraft til eitt heilagt lív og levnað. Kirkjan er bara “Guds kirkja” í tann mun, hon talar Guds orð og ger eftir tí.

Ein kirkja kann saktans vera fólkslig, virkin á ymiskum økjum og vera kend fyri sín “kristindóm”, meðan sjálvur Kristus stendur uttanfyri dyrnar. Les t.d. Opinberingina 2 og 3.

Bønar- og bíbliuveking 

Vón og bøn mín fyri fólki okkara er, at Gud sendir okkum eina bønar- og bíbliuveking, so vit fara at spyrja eftir Guds vilja og boyggja okkum undir hann. Vón og bøn mín er eisini, at vit fáa mong kristin, sum eins og Nehemia og Dánial gráta yvir fólksins neyð og syndir, játta tær sum sínar egnu, og sum elska Gud og fremja vilja hansara í verki.

Leiðin fram fyri fólk okkara, eisini tá ið tað ræður um hjúnalag og etisk virðir, er ikki at hugsa nýtt, alternativt, fjølbroytt, kynsneutralt, men sum Jeramia sigur: “…rannsakið tykkum og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara.” Men hvat svaraði fólkið?: “Nei, tað vilja vit ikki!” (Jer 6,16). Hvat svara vit?

Ja, hvat svara vit til tað, ið skrivað stendur?

Torleif Johannesen