Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivaðu undir avtalu um yvirtøku av familjurætti

Heilsu- og Innlendismálaráðið

Á hátíðarløtu fyrrapartin skrivaðu Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Mai Mercado, danskur ráðharri í barna- og almannamálum undir avtalu um yvirtøku av familjurættarliga økinum.

Eftir ætlan verður yvirtøkan framd á ólavsøku í 2018. Uppskot um løgtingslóg um yvirtøkuna verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Familjurættarliga økið fevnir um lóg um foreldramyndugleika og samveru, hjúnabandslógina, arvalógina, ættleiðing, verjumálslógina og fleiri aftrat hesum.

Á fundinum í morgun varð eisini samstarvsavtala undirskrivað, ið skal tryggja samstarvið millum Føroyar og Danmark á økinum frameftir.