Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø

John William Joensen

Heidi Petersen, løgtingskvinna, spyr m.a. Hvat ítøkiligt vil landstýrismaðurin í sjóvinnumálum gera fyri at tryggja at føroyski heimaflotin ikki verður lagdur á nýggjárinum?

1. Hvat ítøkiligt vil landstýrismaðurin í sjóvinnumálum gera fyri at tryggja at føroyski heimaflotin ikki verður lagdur á nýggjárinum?

2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt hjá høvuðsvinnuni í einum landi at arbeiða undir so ótryggum umstøðum sum víst í viðmerkingunum?

3. Hvussu vil landsstýrismaðurin syrgja fyri at hesin trupulleiki verður loystur á nøktandi hátt, bæði fyri manning, manningarfeløg og útgerðarfeløg í framtíðini?

4. Nær kann væntast at ein endalig loysn verður á trupulleikunum viðvíkjandi manningarlóggávuni og/ella útbúgvingarmøguleikum á hesum øki?

Manningarlógin,
er løgtingslóg nr. 63 frá 3. juni 1998 um manning av skipum, og skal henda lóg fyrisitast av "Sjóvinnufyrisitingini": sum tað stendur definerað í lógini "Myndugleikin í hesi lóg, sum fyrisitingarliga er skipaður undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum".
Føroyski heimaflotin, sum eru "fiskiskip", og út frá manningarlógini verða hesi definerað sum "Eitt og hvørt skip ella far, sum verður nýtt til vinnuligan fiskiskap og hevur veiðuloyvi frá Fiskimálastýrinum".
Sostatt verður staðfest hvar ábyrgdin liggur tá um manning á føroyskum fiskiskipum umræður.
Gjøgnum nógv ár hevur tað verið ein afturvendandi trupulleiki hjá heimaflotanum at upfylla krøvini til útbúgving í manningarlógini, serliga hjá maskinmonnunum umborð á hesum partinum av flotanum, og hevur hetta havt nógvar og truplar umsitingarligar og praktiskar avleiðingar fyri allan tann føroyska heimaflotan.
Støðan har føroysku reiðaríðini og manning hava verið noydd at søkja um undantaksloyvi fyri maskinmennirnar, tí útbúgvingin ikki samsvarar lógarkrøvunum um manning av skipunum, man verða vælkend og óhaldbær fyri allar partar.
Hvussu rímilig ella órímilig hesi krøv eru, kann altíð diskuterast, men greitt er at hetta als ikki kann halda fram sum í løtuni.
Antin eiga krøvini í manningarlógini at verða tillagaði tørvinum hjá heimaflotanum, ella muga umstøður gerast fyri at menninir, sum í dag røkja maskinmeistara størvini umborð á fiskiskipunum við undantaksloyvi, skulu fáa møguleika at útbúgva seg soleiðis, at teir lúka lógarkrøvini í galdandi manningarlóg.
Sum støðan er í dag kann t.d. motorpassari bert mynstra sum meistari við fiskiførum sum hava upp til 1017 Hk, meðan partur av partrolarunum hava upp til 1400 Hk og lemmatrolararnir hava upp til 2400 Hk.  
Tað vil siga at skulu hesi skip hava manning, sum lúka krøvini smb. manningarlógini, skulu teir hava eina 3 ára maskinmeistaraútbúgving. 
Trupulleikin við hesum hevur víst seg at verið tann, at menn við maskinmeistaraútbúgving ikki hava støðast umborð á heimaflotanum, kanska tí stórsti parturin av arbeiðinum har umborð er at fáast við fisk, og ikki við tað sum teirra útbúgving gevur førleika til, nevniliga at ansa og røkja maskinur, og harvið verður avbjóðingin kanska ov lítil fyri teirra viðkomandi
Menn við bilmekanikaraútbúgving, smiðjulæru og motorpassaraútbúgving hava seinastu nógvu árini silgt sum meistarar við føroyskum fiskiskipum uppá undantaksloyvi, onkur í samfull 25 ár. 
Hesi undantaksloyvi eru nú endasliga uppsøgt til at fara úr gildið á nýggjárinum, og so liggur stórur partur av flotanum, hetta kann landið ikki liva við, hvørki skip, manningar ella flakavinnan, tí soljóðandi spurningar: