Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivligur fyrispurningur til Rósu Samuelsen

Oliver Joensen

Í samgonguskjalinum er brot um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Har stendur m.a. “almenn arbeiðspláss yvir ávísa stødd skulu binda seg til at taka fólk í vard størv.”

Tað eydnaðist ikki at fáa føroyska arbeiðsmarknaðin nóg rúmligan hóast mong ár við metlágum arbeiðsloysi.
Framvegis eru nógv við skerdum førleika sum ikki hava fingið møguleikan at koma út á arbeiðsmarknaðin.
Fegnist um, at ætlanin er at gera arbeðsmaknaðin rúmligari. Tað er týdningarmiklari enn nakrantíð at gera átøk í mun til rúmliga arbeiðsmarknaðin júst nú. Tí royndir aðrastaðni vísa lutvís, at tað er truplari at koma út á arbeiðsmarknaðin, tá arbeiðsloysið vaksur og lutvís at fólk við skerdum førleika ofta eru tey, sum missa størvini fyrst, um fólk skulu sigast upp.

Føroyska lógarkarminum tørvar ábøtur um arbeiðsmarknaðurin veruliga skal gerast rúmligur. At krevja at arbeiðspláss yvir ávísa stødd hava vard størv er ikki tann stóra útreiðslan og skuldi tískil verið gjørlig at skipa sum skjótast.

Í grannalondum var hildið, at tey høvdu funnið eina slóðbrótandi skipan tá kravt varð, at almenn arbeiðspláss skuldu hava fólk við skerdum førleika í serlig størv. Síðani er tíverri greitt, at í mongum førum er talan um, at einasta broyting hevur verið, at fólk sum longu vóru í starvið fingu eitt vart starv. Eingin uttanífrá kom inn á arbeiðsplássið.
Tí er ein møguleiki, at vardu størvini skulu vera til fólk sum í dag ikki eru á arbeiðsmarknaðinum.

Havi skilt á fleiri abeiðsgevarum at teir fegnir vilja hava fólk í vard størd, men at teir halda tað vera ein trupulleika, at teir kenna seg sum "sleptar upp á fjall" um trupulleikar eru í samstarvinum. Starvsfólkini á arbeiðsmarkanaðardeildini á Almannatovuni eru arbeiðssom og dugnalig, men hava øðiliga nógv mál og kunnu tí í mongum førum ikki fara út á arbeiðsplássini við stuttum skotbráði.

Fatan og royndir spyrjarans eru, at tøtt uppfylging og tað at traðka til skjótt eru altavgerandi, um slík ætlan skal verða væleydnað og ein varandi loysn. Umframt, at hon er neyðug um arbeiðsgevarir framyvir skulu hava áhuga í og fegin vilja vera við til at gera arbeiðsmarknaðin rúmligari.

Spurningarnir eru hesir:
1 Nær verður hendan ætlan veruleiki?

2 Hvussu stór eru arbeiðsplássini, sum verða fevnd av ætlanini?

3 Verður talan um fólk, sum í dag standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin ella verður talan um fólk sum longu í dag eru á arbeiðsplássinum?

4 Er ætlanin at tryggja, at tættari uppfylging verður í mun til vard størv sum heild? Her hugsar spyrjarin eisini um fleiri starvsfólk til Almannastovuna.