Eini átta fólk hjá IRF, millum annað leiðslan og ein partur av umsitingini, fara frá nú av og tvey ár fram at húsast á Klaksvíksvegi 1.
Eini átta fólk hjá IRF, millum annað leiðslan og ein partur av umsitingini, fara frá nú av og tvey ár fram at húsast á Klaksvíksvegi 1, har høli eru leigað frá Grunninum, Mentanarhús í Klaksvík. Tað skrivar IRF á heimasíðu síni.
”Í sambandi við at stórar umbyggingar skulu gerast hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík í nærmastu framtíð, er neyðugt at flyta skrivstovupartin hjá IRF. Tí er avtala gjørd um at leiga part av gamla Posthúsbygninginum í Klaksvík,” sigur IRF.
Leigumálið tók við 1. februar og er galdandi í tvey ár. Hvar skrivstovan fer at halda til eftir tað, er ikki greitt enn.




