Higartil hevur felagið hildið til í leigaðum privathúsum og kann nú flyta inn í egin hølir í komandi viku.
Palli Ziskason frá P/F Christian í Grótinum sigur, at higartil hevur felagið hildið til í leigaðum privathúsum og hildið var at tíðin var komin til at flyta í egin hølir.
Christian í Grótinum keypti húsini við Klaksvíksvegin frá Norðoya Sparikassa. Sparikassin skal framhaldandi leiga í niðjastu hædd, ímeðan dátufelagið Hansoft leigar miðhæddina. Reiðaravirkið hjá Christian í Grótinum skal sjálvt halda til á ovastu hædd í bygninginum.




