Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivstovufólk til Elcon

Elcon

Avloysarastarv sum skrivstovufólk Í samband við, at eitt av okkara starvsfólkum fer í barnsburðarfarloyvi verður tí søkt eftir einum avloysara til at byrja 16 okt. ella eftir nærri avtalu.

Starvið er 30 tímar um vikuna.

Starvið umfatar bókhald og annað fyrifallandi.

Dentur verður lagdur á

  • Áhuga og royndir innan bókhald
  • Góð samstarvsevni, verða tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibilitet (her verður sipað til aðrar fyrifallandi uppgávur ið ikki innibera bókhald)

Løn sambært S&K

Elcon heldur til í niðastu hædd á Gulasteinvegi 30, 600 Saltangará.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til á tlf 296070.

Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu sendast í seinasta lagi 16. september til elcon@elcon.fo