Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivstovufólk til Vinnustovnin

Vinnustovnurin

Søkt verður eftir einum skrivstovufólki í tíðaravmarkað starv frá 1. august 2017 til 31. juli 2018.

Vinnustovnurin er skipaður sum stovnur undir Vinnumálaráðnum. 27 fólk starvast á Vinnustovninum.

Tín førleiki:
Vit vænta at tú hevur:

  • skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting
  • royndir við journalisering
  • royndir innan bókhald, Navision & FSL (Fíggjarskipan Landsins)
  • góðan kunnleika til føroyska, danska og enska málið
  • góðan telduførleika
  • góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin

Tínar arbeiðsuppgávur:
Arbeiðið fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði, telefonavgreiðslu, innkeyp, journal og bókhald, umframt aðrar uppgávur fyri stjóra, ráðgevar og fulltrúar.

Løn- og setanartreytir:
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknarfreist: 16. juni

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo