Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivstovufólk til Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands

Søkt verður eftir skrivstovufólki at arbeiða fulla tíð.

Visit Faroe Islands arbeiðir eftir eini strategi fyri Føroyar sum ferðafólkaland, sum skal tvífalda ferðavinnuna fram til 2020.

Við hesum starvinum kemur tú at røkja allar vanligar skrivstovuuppgávur, har tú kemur at taka ímóti fyrispurningum á telefon, telduposti og teimum sosialu miðlunum, senda tilfar út og annars fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni. Harímillum m.a. hjálpa til við fjølmiðlavitjanum, heimasíðu, frágreiðingum og rættlestri, eins og hjálpa til við pørtum av bókhaldsarbeiðinum.

Av tí at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

Vit leita eftir tær sum:

  • Hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini
  • Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert
  • Hevur toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum samskifti úteftir
  • Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
  • Tú verður partur av einum toymi við 6 starvsfólkum, sum saman við vinnuni, myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkalandi.

Løn og setanartreytir
Fast starv, har tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.

Umsókn
Umsóknir til starvið við týðandi avritum skulu sendast til guri@visitfaroeislands.com, ella til:

Visit Faroe Islands, Att: Guðrið Højgaard, Gongin 9, Postsmoga 118, 110 Tórshavn

Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 24. august 2017.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra á tel 556135 ella við teldubrævi til guri@visitfaroeislands.com