Skrøggið er rættiliga komið fyri seg á heimasíðuni.
Hóast nógv halda, at lítið er at flenna at í løtuni, so hava vit gjørt av at royna at fáa tað skemtiliga fram um okkum sjálv og um føroyska samfelagið 2008 og fara at leggja nýtt Skrøgg inn á síðuna regluliga.
Kortini vita vit, at nógv fólk ilskast inn á, at gjøldur verður gjørt burturúr Tjóðveldi, formanninum og tinglimum inni á okkara egnu síðu. Men vit kunnu vissa um, at tey, ið standa fyri skotum, hava ikki ampa av tí, men halda, at tað er betur at flenna at sær sjálvum enn at lata fáfongdina ráða í politikki. Ikki minst tí veruligu hendingarnar í føroyskum politikki ofta eru meira absurdar enn tað skemt, ið gerast kann burtur úr teimum.
Floksskrivstovan




