Maðurin sum tryggjaði Edmund Joensen tingsessin meldar nú frá og sigur seg ikki kunna stilla uppaftur um løgtingsformaðurin framvegis verður á listanum.
Helgi Abrahamsen fekk heiltar 241 persónligar atkvøður og var við til at tryggja Edmund Joensen tingsessin. Hann er eisini skrivari í sambandsflokkinum men nú rópar hann varskó!
——
Helgi Abrahamsen, skrivar:
Eg ætli mær ikki at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum eg frá barnsbeini av, havi bygt mítt lív á
Tann kristna trúgvin eigur ikki at vera ein sunnudagsfrakki, sum vit lata okkum í hvønn sunnumorgun, men sum annars sleppur at hanga í einum myrkum skápi gjøgnum alla vikuna. Um trúgvin ikki stingur djypri enn so, er hon lítið verd.
Trúgv er ikki ein ideologi, sum tú kanst toyggjast ella umskriva, fyri at røkka neyðsemjum. Tí kennist tað sera svárt, tá tú fært kensluna av, at onkur traðkar á tína trúgv. Har er einki at gera, tí tú ert ikki harri yvir trúnni.
Men tíverri hevur henda seinasta tíðin víst, at stórur partur av okkara politikarum hava als ikki skilt álvaran í hugtakinum “trúgv”. Kærleiksboðið, tolsemi og tað at virða hvønn annan, verða slongd út sum best ber til, og so verður hildið, at hetta ljóðar somikið gott og kristið, at allir trúgvandi føroyingar áttu at kunna tillagað seg eftir hesum – um ikki við góðum so við illum. Men har taka tey stórliga feil!
Stevnuskráin
Flokkurin, sum eg havi stuðlað á hvørjum vali, síðani eg fekk valrætt, Sambandsflokkurin, hevur eina stevnuskrá, har tað stendur í grein 1, at flokkurin vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði. Hetta merkir sjálvsagt ikki, at øll skulu vera kristin (tað er ein persónligur spurningur), men flokkurin gongur inn fyri, at Føroyar framhaldandi skulu hava eina kristna mentan. Kortini atkvøddu 5 av 7 tinglimur hjá Sambandsflokkinum fyri broytingunum í §266 b í revsilógini, sum beinleiðis leiðir okkara samfelag inná eina kós, sum við tíðini vil flyta samfelagið frá at vera kristið, til at vera eitt samfelag, sum byggir á modernaða humanismu.
Einki er at ivast í, at nógvir veljarar kenna seg sviknar og venda flokkinum bakið, men onkur heldur, at hetta hevur ikki so nógv at týða, tí nýggir veljarar koma í staðin fyri teir, sum fara. Eg skal ikki útiloka møguleikan fyri hesum, men vit mugu tó minnast til, at tey sum fara, eru kjarnuveljarar (ryggradin í flokkinum), sum kenna seg drignar eftir hárinum. Kjarnuveljarar eru gull verdir fyri ein og hvønn politiskan flokk, og tí hevur eingin flokkur ráð til at missa hesar.
Vil ikki vera atkvøðuneyt
Tað sum harmar meg serliga nógv er, at tær 241 persónligu atkvøðurnar, sum eg fekk á seinasta løgtingsvali, vóru við til at tryggja einum manni tingsessin, sum atkvøddi fyri broytingunum í §266 b í revsilógini. Eg eri vísur í, at flestu av mínum veljarnum taka als ikki undir við hesum, og at hetta er at traðka teirra trúgv undir fótum. Tí hevur hesin maður vanvirt bæði mínar og aðrar sambandsveljarar í Eysturoy. Tað góðtaki eg als ikki, og tað sleppur ikki at endurtaka seg. Spurningurin, um eg stilli upp aftur fyri Sambandsflokkin til komandi løgtingsval, er millum annað ein spurningur um, hvør annar verður á listanum, og hvørja støðu hesi hava til etisk mál. Eg vil ikki uppliva aftur at vera atkvøðuneyt hjá politikarum, sum á tingi atkvøða beint ímóti teirri lívsáskoðan, sum eg, og mangir av mínum veljarum byggja á.
Rasmus er komin á føtur aftur, og nú eru tað onnur sum bløða. Men mín trúgv er ikki til sølu.
Helgi Abrahamsen




