Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skúgvurin frá Einar´s Distillery – 5 ára búnað Whisky

Jóhann Lützen

Einar´s Distillery hevur búnað og tappað 5 ára gamalt whisky – nýggjasta útgávan ber heiti Skúgvurin.

 

 

Megin og dirvið frá hesum fugli sæst aftur í styrkini, ið er fatstyrki á 59,5 % vol. Gyltu droparnir eru tappaðir beint av fatinum, CASK strength, uttan at verða tynt. 

Skúgvurin er ein av naskastu fuglunum, ið vit hava í Føroyum. Smakkiupplivingin av Skúgvinum er eisini kraftmikil. Talan er um búnað whisky, ið hevur ligið á tunnum og er lagrað í meira enn 5 ár.

Brenningin á Einar´s Distillery og búningin á útvaldum Sherry- og Bourbon føtum mitt í norður atlantshavinum ger Einar´s Whisky til nakað serstakt.

Ein komplex, balancera Single Malt frá Einar´s Distillery er farin á flog.

Serfrøðingar geva Skúgvinum góð ummælið – ein av kendu ummælarunum sigur, at hendan útgávan bæði undirheldir og imponerar – well made, it both entertains and facinates in equal measures

Skúgvurin fæst til keyps á flogvøllinum og í Rúsdrekkasølu Landsins.