Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlaárið á Kambsdali endar: Nú koma pisurnar

John William Joensen

Mánadagin og týsdagin – 23. og 24. juni – verða studentarnir og HF-ararnir á Kambsdali og í Klaksvík lidnir við ávíkavist 3 og 2 ára langa skúlagongd, og nú síggjast nógvar glaðar pisur við eyðkendu húgvunum á høvdinum.

Hetta er ein serstøk tíð fyri skúlarnar, nú pisurnar koma út úr miðnámsskúlunum.

Ein av stóru skúlunum er Studenta- og HF-skúlin á Kambsdali, har Norðlýsið mánamorgunin var á vitjan og tók mynd av einari av teimum fyrstu pisunum, meðan hon heilsaði upp á rektaran, Sámal í Skorini, sum ynskti tillukku.

Sum líkindini eru í skrivandi løtu, so eru útlit fyri góðum veðri týsdagin tann 24. juni kl. 17:00, tá ið pisufundur verður á Gøtusandi. Ein serlig og hátíðarlig løta, har nógvar av pisunum eru í føroyskum búna.