Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlabørnini á Trøllanesi

Oliver Joensen

Hóast nógv verður tosað um avtofting av smábygdunum, so kann hetta ikki sigast um Trøllanes, har trívast børn og barnafamiljur.

Á Trøllanesi búgva í dag 24 fólk í teimum fimm húsunum. Av teimum eru 14 børn, harav átta ganga í skúla í Mikladali. Tey verða koyrd av bygdaleiðum aftur og fram hvønn dag og í morgun var tað klaksvíkingurin á Húsun, Sólarn Isaksen, sum koyrdi.
 
Á myndini aftast er Sólarn Isaksen, bussførari. Frammanfyri standa skúlabørnini úr Útistovu, Uppistvou, Nýggjustovu og hjá Mikkjali og Signhild. Frá vinstru, Alfred Eyðunsson, Jóhannus Kallsgarð Joensen, Eivindur Eyðunsson, Jógvan Kallsgarð Joensen, Anna og Asta Østerø. Frammanfyri standa Amanda Østerø og Eyðun Ranason Nolsøe.