Byggingin av nýggja Skúlanum á Ziskatrøð hevur hægstu raðfesting í býráðnum, sum í mars mánað fer at taka støðu til eitt tilmæli og tíðarætlan fyri byggingina, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini.
Byggingin av nýggja Skúlanum á Ziskatrøð hevur hægstu raðfesting í býráðnum, sum í mars mánað fer at taka støðu til eitt tilmæli og tíðarætlan fyri byggingina, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini.
Um dagarnar hevur Norðlýsið borið tíðindi um, at peningur er fluttur frá játtan til skúlabygging í 2013 til umvæling av tekjuni í Badmintonhøllini. Hetta hevur møguliga fingið fólk at stúra fyri, hvussu verður við skúlabyggingini.
Norðlýsið hevur vent sær til formannin í Trivnaðarnevndini, Jóhann Lützen, fyri at frætta, hvussu hetta málið liggur í løtuni.
Spakin verður settur í áðrenn ársskiftið
– Í løtuni arbeiðir byggibólkur, mannaður við umboðum frá skúla, skúlastýri, umsiting, ráðgevum og trivnaðarnevndini, við at skriva tilmæli til nevndir og býráð, upplýsir Jóhann, sum eisini staðfestir, at eitt stórt arbeiði er gjørt av undanfarna byggibólki, og at hetta er eitt gott grundarlag undir tí tilmæli, sum nú verður skrivað.
– Tilmælið verður lagt fyri nevndir og býráð í mars mánað, og síðani byrjar projektering og fyrireiking av útbjóðing.
– Eftir summarfrítíðina verður arbeiðið boðið út, og í seinasta ársfjórðingi verður spakin settur í jørðina sum startskot til jørð- og byggiarbeiðið. Nærri tíðarætlan fyri sjálva byggingina fer at fyriliggja í tilmælinum frá byggibólkinum.
Skúlin er størsta einstaka íløgan
– Tað er av alstórum týdningi, at vit her í kommununi hava skúlar á hægsta støði, og tískil hevur hetta málið hægstu raðfesting í býráðnum, slær nevndarformaðurin fast.
– Hetta er samstundis størsta einstaka íløgan í hesari býráðssetuni. Til hesa byggingina hevur býráðið í samtyktu fíggjarætlanini sett av 8 mió. kr., og í fyriliggjandi uppskoti til langtíðar fíggjarætlan eru samanlagt settar av 70 mió. kr. til hesa bygging.
– Orsøkin til, at 8 mió. kr. eru settar av í 2014 er tann, at sjálvt byggiarbeiðið væntast sett seint í 2014.
Byggja og taka í nýtslu í stigum
– Nýggja skúlabyggingin verður ætlandi framd í byggistigum á sama hátt, sum gjørt varð í sambandi við byggingina av nýggja Skúlanum við Ósánna.
– Út frá góðu royndunum av tí byggingini er ætlanin eisini at byggja nýggja Skúlan á Ziskatrøð í stigum, har tað í stigum verður flutt úr verandi hølum og inn í nýggja skúlan, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini.




