Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlabygnaðurin í Klaksvík átti at verið greiður, áðrenn nýggjur skúli verður bygdur á Ziskatrøð.

Mildrid á Lógv

Nú skúlabyggingin av Ziskatrøð skúla stendur fyri framman eiga greiðar linjur at vera fyri samstarvinum millum skúlan við Ósánna og skúlan á Ziskatrøð. Samstarv millum báðar skúlarnar varð samtykt av Býráðnum í 2011. Samstarv er ein tulkingarspurningur, og fari eg at ivast í, um samstarv millum tveir sjálvstøðugar fólkaskúlar við øllum árgangum hvør sær, er ein nóg góð loysn.

Nú skúlabyggingin av Ziskatrøð skúla stendur fyri framman eiga greiðar linjur at vera fyri samstarvinum millum skúlan við Ósánna og skúlan á Ziskatrøð. Samstarv millum báðar skúlarnar varð samtykt av Býráðnum í 2011. Samstarv er ein tulkingarspurningur, og fari eg at ivast í, um samstarv millum tveir sjálvstøðugar fólkaskúlar við øllum árgangum hvør sær, er ein nóg góð loysn.

Í Klaksvík standa báðir fólkaskúlarnir við síðuna av hvørjum øðrum mitt í miðbýnum, og gevur hetta okkum sera góðan møguleika til at gagnnýta felagshøli s.s. matarhøll, fimleikahallir, træsmíð, bókasavn og serskúla. Eisini er staðið ein gyltur møguleiki at gera skúlaumhvørvið so kveikjandi, sum til ber. Hetta kann gerast við at deila skúlan upp í innskúling 1.-3. flokk (evt. forskúla eisini), miðdeild 4.-6. flokk, hádeild 7.-9. flokk og valskúlan 10. flokk. Við at býta næmingarnar sundur eftir aldri, koma vit at hava ein trísporaðan skúla fram til framhaldsdeildina, sum tað sær út eftir núverandi barnatali. Sum tað er í dag við núverandi skúlabygnaði við tveimum sjálvstøðugum skúlum er annar hvør árgangur ein flokkur og tveir flokkar. Fyri børnini vildi eg hildið tað verið stuttligari og læruríkari at havt 3 flokkar á sama árgangi. Hetta gevur nógvar møguleikar til sosiala menning og kveikjandi undirvísing við at samstarva í bólkum tvørtur um flokkar. Eisini kundi umhvørvið verið kveikjandi fyri lærararnar, ið gerast fleiri um at samstarva um næmingarnar á sama aldri. Við eini synergieffekt kann hugsast, at lærarar og hjálparfólk gjørdust serkønari innan ein ávísan aldursbólk, og námsfrøðiliga kemur hetta tí einstaka næminginum til góðar.

Um vit hava tveir sjálvstøðugar skúlar, so er sjálvandi tann møguleikin at velja, hvørjum skúla barnið skal ganga á. Men tá kemur barnið ikki so nógv í samband við javngomul á hinum skúlanum. Vit kenna tað aftur, at børnini kennast frá barnagarðinum, men missa síðan sambandið, tá ið tey fara í hvør sín skúla, um ikki tey gera somu ítróttargrein ella onnur frítíðarítriv. Hetta er spell eftirsum, at skúlarnir liggja so nær – men tó so fjar.

Um skúlarnir skulu vera undir einari leiðslu, tveimum ella trimum, er ein politiskur spurningur. Tvær leiðslur, ið samstarva, eru samtyktar. Tann átrokandi spurningurin er, um somu aldursbólkar eru ætlaðir at vera í sama umhvørvi ella ikki. Hetta hevur nevniliga stóran týdning fyri víðari planlegging av skúlabyggingini. Skulu vit byggja tvey ella trísporað fyri barnaskúlan og fýrasporað fyri framhaldsdeildina? Næmingar koma jú frá smærru skúlunum til Klaksvíkar í framhaldsdeildini. At byggja tveir sjálvstøðugar skúlar við somu funktiónum við tí fyri eyga møguliga at broyta sundurbýtið seinni, ger alt nógv truplari og kann umgangast við greiðum linjum, áðrenn farið verður í gongd við byggingina.

Hetta vóru bert nakrir tankar, nú skúlabyggingin á Ziskatrøð stendur fyri framman. Bæði fyri næmingar og starvsfólk, somuleiðis fyri okkum sum varða av børnunum, er tað av alstórum týdningi, at vánaligu umstøðurnar á skúlanum á Ziskatrøð skjótast gjørligt verða broyttar. Tískil má skúlabyggingin ikki seinka av hesum, men byggjast má við skili!

Mildrid á Lógv

Forkvinna fyri skúlastýrið á Ziskatrøð.