Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlabygningur reistur

Norðlýsið

Í dag varð nýggi bygningurin á Tekniska Skúla reistur. Stóri kranin hjá Skipasmiðjuni á Skála var á vitjan.

Eftir ætlan skal víðkanin av Tekniska Skúla standa liðug um ársskiftið. Í dag var stóri kranin hjá Skipasmiðjuni á Skála og lossaði takelementini upp á pláss. Skjótt gekk, tí eftir 4 tímum var tak lagt á tann umleið 500 fermetur stóra bygningin, sum er í tveinum hæddum.
Í næstum verður farið undir samanbyggingina. Hetta arbeiði skal gerast so skjótt næmingarnir eru farnir í summarfrí.
Í bygninginum verða innrættaðar vanligar skúlastovur og serstovur til m.a. alis- og evnafrøði.
Tá ið bygningurin er klárur at taka í nýtslu verða hølisumstøðurnar á skúlanum munandi betri. Pláss verður fyri okkurt um 70 fleiri næmingum.