Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlabygningurin tekur skap

Danial Viðoy

Tann nýggi skúlabygningurin á Viðareiði, ið nú verður bygdur upp í núverandi skúla, byrjar alvorliga at taka skap. Um viðrar verður liðugt at stoypa í næstu viku.

Tann nýggi skúlabygningurin á Viðareiði, ið nú verður bygdur upp í núverandi skúla, byrjar alvorliga at taka skap. Um viðrar verður liðugt at stoypa í næstu viku.

Ætlanin er at nýbygningurin skal vera liðugur til komandi skúlaár. Higartil hevur tíðarmetingin hildið nøkulunda. Tað skuldi helst longu nú verið liðugt stoypt og helst innilokað.

Men veðurgudarnir vilja tað øðrvísi. Og at stoypa trappur og vinklar tekur longri tíð enn væntað. Sum nú er, væntast verkætlanin bert at seinkað einar tíggju dagar.

Annars hevur arbeiðið gingið væl í dag og tað er sjálvsagt eisini orsakað av góða veðrinum.