Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skúladepilin í Suðuroynni

Henrik Old

Við Javnaðarflokkinum á odda gjørdist tað møguligt at taka FHS og Búskaparbreyt á Miðnámsskúlanum. Eisini varð byrjað upp á Námsfrøðihjálparaútbúgvingina á Heilsuskúlanum.

Skúladepilin í Suðuroynni

 

Við Javnaðarflokkinum á odda gjørdist tað møguligt at taka FHS og Búskaparbreyt á Miðnámsskúlanum. Eisini varð byrjað upp á Námsfrøðihjálparaútbúgvingina á Heilsuskúlanum.
Hendan gongdin skal halda fram, so tað koma fleiri útbúgvingarmøguleikar til vaksin og ung, sum eru liðug við miðnám.
Tað finnast ein rúgva av styttri, førleikagevandi útbúgvingum innan design, marknaðarføring og tænastu, sum virkir og ferðavinnan í Føroyum kundi fingið gleði av.
Verður farið fram við skili, so kunnu útbúgvingarmøguleikarnir økjast. Samstundis sum mann skapar nøkur arbeiðspláss í Suðuroynni.

 

Henrik Old, valevni fyri Javnaðarflokkin