Í góðveðrinum í morgun runnu næmingarnir á Skúlatrøð árligu skúlarenningina.
Umleið 800 næmingar ganga á Skúlatrøð, og í morgun runnu tey skúlarenning saman á fyrsta sinni. Hetta er nevniliga fyrsta skúlarenningin síðan samanleggingina av skúlunum.
Eftir fyrstu skúlatímarnar í morgun var upphiting í ovara skúlagarði, áðrenn næmingarnir runnu út eftir Oyravegnum. Eftir renningina vórðu tey skrásett í Miðhøllini, og fingu so okkurt lekkurt at byrja vikuskiftið við.
Flestu næmingarnir runnu longsta túrin av teimum trimum møguligu, men enn er ikki samantalt, hvussu nógvar kilometrar, tey runnu tilsamans.




