Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlarnir í Klaksvík

John William Joensen

Vera við til at lyfta nýggjar møguleikar fyri menning ella nýggir fløskuhálsar?

Petur Hans Joensen, lærari, setir við greinum í seinasta og næstseinasta Norðlýsinum hol á eitt áhugavert kjak um okkara skúlar. Tíanverri kemur hann, eftir mínum tykki, til skeiva niðurstøðu í fyrru grein síni, tá hann mælir til, at bíða við útbyggingini av Ósáskúlanum, til spurningurin um samanlegging er avgreiddur.
Hví skulu vit bíða við tí, sum vit longu alt ov leingi hava bíðað eftir?
Vit hava øll varðhugan av, at Klaksvíkin verður ein stórur møguleiki, tá fólk, vinnuáhugamál, handilsskapur, mentannartilboð, ung og gomul v.m. frítt kunnu koma og fara, tá motorvegurin inn á meginøkið í 2006 avloysir mangulfulla ferjusambandið.
Tá eru vit sloppin undan einum tí størsta fløskuhálsinum fyri menning í okkara øki. Tí er altumráðandi at arbeiða soleiðis, at vit ikki skapa aðrar og nýggjar fløskuhálsar.
Skúlarnir í Klaksvík eru í so máta eitt skúladømi.
Frá eini áralangari støðu við manglandi raðfesting og til tíðir beinleiðis forfalli innan skúlaverkið, kemur útbyggingin av Ósáskúlanum í tøkum tíma.
Liggja vit hetta sjóvarfallið av okkum, kunnu vit rætt og slætt koma í ta støðu, at skúlin gerast nýggi fløskuhálsurin, sum beinleiðis fer at hindra ungum familjum í at búseta seg í okkara kommunu, tí skúlin ikki fær tikið ímóti fleiri næmingum ella verður noyddur at stúva teir so saman, at foreldur velja Klaksvíkina frá.
Tað vildi verið sera harmuligt, nú fortreytirnar fyri búseting annars verða av teimum bestu í Klaksvík.
Tí eiga vit avgjørt at leggja dent á útbyggingina av skúlanum og fáa hana framda uttan seinkingar.

Samanlegging ella samstarv
Petur Hans Joensen mælir eisini til at leggja skúlarnar saman, ‘tí størri eindirnar eru, betur verður úrslitið’, sum hann førir fram í seinasta Norðlýsinum.
Størri samanlagdar eindir ‘kunnu’ geva betur úrslit, men sanniliga eisini verri úrslit.
Seinastu árini hava vit innan vinnulívið sæð alt fleiri samstarvandi samtøk millum virkir og í Klaksvík eru ikki minni enn tvey nýliga stovnaði og vælvirkandi samtøk (lastbila- og el-samtakið). Málið við samtøkum er at náa fyrimunir við stórdrift til tær uppgávurnar, sum krevja størri eindir, uttan at leggja saman, men við samstarvi. Fyrimunurin við hesum er, at dynamikkurin og kappingin millum virkini á øðrum økjum ikki verður avmonterað.
Tí eiga báðir møguleikarnir at standa opnir og kannast.
Skúlarnir kunnu við samstarvi skjótt fáa stórar fyrimunir fyri skúlaskapin. Her hugsi eg t.d. um, at skúlarnir fáa somu skipan fyri framhaldsdeildirnar, so at næmingarnir fáa fleiri vælmøguleikar. At annar skúlin koyrir við eini toymisskipan og hin við eini breytaskipan, gevur ikki næmingunum bestu møguleikarnar at velja.
Ella vit tóku enn eitt stig í samstarvinum, soleiðis at annar skúlin samsavnaði innskúlingina og konsentreraði seg um yngru flokkarnar, meðan hin skúlin tók sær av eldru flokkunum. Tað kundi styrkt skúlaskapin á báðum økjum.
Soleiðis kundu vit varðveitt fyrimunirnar við minni skúlum, har tað er munandi styttri millum skúlan og tann einstaka næmingin. Hartil kunnu vit eisini varðveita ein ávísan og sunnan dynamikk millum skúlarnar.
Tað kann vera, at skúlarnir loysa slíkar uppgávur betur við samanlegging, men skúlin gerst ongantíð betur, enn fólkini og myndugleikarnir aftanfyri skúlan semjast um og eru før fyri.
Samstarv og samanlegging hava verið umrøðu í báðum skúlastýrunum.

Samskipað útbygging
Petur Hans vísir eisini á, at tað: ‘ikki er neyðugt við serhølum í báðum núverandi bygningum’.
Hetta er rætt. Útbyggingin av Ósáskúlanum eigur at gerast soleiðis, at vit ikki skapa fleiri ‘dupultfunktiónir’ í skúlunum. Endamálið við útbyggingini skal tí hava frægastu møguleikarnar hjá næmingunum í samlaða skúlaverkinum fyri eyga. Tað verður upp til bygginevndina, skúlastýrini og býráðið at gera av, hvussu vit tryggja tað.
Skúlarnir eru nevniliga eitt av teimum stóru økjunum í okkara lokalsamfelagi, sum vit undir ongum umstøðum hava ráð til útvikla til fløskuhálsar.
Tí skal útbyggingin av Ósáskúlanum ikki bíða, men samskipast við útbyggingina av øllum okkara skúlaverki, so vit eisini á hesum øki kunnu fáa fulla nyttu av teimum stóru møguleikum fyri Klaksvíkina, sum lunnar nú eru lagdir undir.

Rani Nolsøe

Skúlastýrislimur í skúlanum á Ziskatrø og við Ósánna