Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlarnir í Norðoyggjum roykfríir!?

Norðlýsið

Nú stendur ársins átak móti royking í skúlunum aftur á breddanum

Í tí sambandi fara næmingar úr 6. til 9. flokki yvir í KFUM fríggjadagin at taka málið upp aftur og hyggja nærri at, hvussu støðan er við roykivanunum hjá skúlaungdóminum.



Sum nakað nýtt fáa roykfríu flokkarnir í ár umframt tey vanligu Skreytbløðini eisini onkra gularót – t.e. vinningar frá Føroya Tele og Shell. Hetta fyri at eggja næmingunum til at lata verða við at byrja at roykja.



Á skránni verða m.a. ein heilsan frá Løgmanni, sum í hesum døgum hevur verið roykfrúr í eitt ár. Fjøltalv við ársinis ítróttarmanni, Helga Dam Ziska, tónleikur frá vísukempuni Hanusi G. Johansen og kanning av roykivanum.



Skúlarnir fegnast um, at tað verður nógv gjørt í samfelagnum í hesum døgum, sum er til frama fyri roykfría umhvørvinum. Skúlarnir vilja fegnir vísa børnunum á, at framtíðin fer at virða ta roykfría umhvørvið, har passiv royking ikki verður loyvd.



Men samstundis má ásannast at tað verður ringt at fáa ein roykfríar skúla uttan roykfrí heim.



Øll børn hava rætt til fríska luftJ



Vinarliga



Skúlarnir og Heilsu- og umhvørvisnevdin í Klaksvíkar kommunu