Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlaskipið DRAGIN fingið heiðursmerki frá Global Media í Englandi

Tíðindaskriv

Altjóða tíðarrit hjá AI Global Media hevur í februar 2017 nominerað skúlaskipið Dragan til eitt heiðursmerki

Altjóða tíðarrit hjá AI Global Media hevur í februar 2017 nominerað skúlaskipið Dragan til eitt heiðursmerki

Nú um dagarnar komu so boðini, at Dragin hevði vunnið heiðursmerki, sum er ein vøkur krystal-pláta við innskriftini:

S/S “DRAGIN” FAROE ISLANDS

NAVIGARE NECESSE EST

BEST SAILING EDUCATION INITIATIVE – FAROE ISLANDS

Hvør ið hevur nominerað Dragan til heiðursmerki hjá Global Media, vita vit ikki, men møguliga er tað onkur útlendskur ferðamaður, sum hevur tikið hetta stig. Blaðið prentar eisini eina grein um virksemi hjá skúlaskipinum Dragin. 

Tað eru í ár 25 ár síðani menn fóru undir hesa verkætlan – at varðveita Dragan og nýta hann til skúla/seglskip. Hetta var alt sjálvboðið arbeiði. Dragin fekk átekning sum varðveitingarvert skip í 1993 frá Føroya Fornminnisavni, og eisini í 2013 frá Søvnum Landsins, tá lógin um stuðul til mentanarsøgulig skip kom í gildi. 

Í 15 ár hevur hann virka sum skúlaskip og siglt við ferðafólki um summarið. Næmingar úr 8, 9. og 10 flokki, sum hava sjómanslæru sum vællærigrein fáa undirvísing umborð alt skúlaárið. Hesi 15 árini hava uml. 400 næmingar siglt og fingið undirvísing umborð. 

Dragin hevur eisini gjørt uttanlandatúrar á næstan hvørjum sumri – Hetland, Orknoyar, Hebridurnar, Skotland, Ísland og Noreg. 

Í summar er ætlanin at gera ein túr til Írlands. Nevnast kann, at Søvn Landsins nú hava tikið avgerð um, at Dragin og Norðlýsið skulu missa átekning sum mentanar- søgulig skip og harvið rættin til stuðul. 

Sigast kann, at meðan útlendingar sýna okkara gomlu skipum áhuga og heiður, – so verða hesir revsaðir av føroysku mynduleikunum.