Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlastjórin fegnast

John William Joensen

– Við hesari byggingini verða hølisumstøðurnar hjá okkum at reka skúla millum tær bestu í landinum, sigur Símun Petur Hjelm, skúlastjóri.

– Við hesari byggingini verða hølisumstøðurnar hjá okkum at reka skúla millum tær bestu í landinum, sigur Símun Petur Hjelm, skúlastjóri, sum hevur longst eftir hesari løtuni, líka síðan hann tók við sum skúlastjóri í 1990.

– Nú verða tað skjótt 18 ár, síðan eg tók við sum skúlastjóri, og líka síðan tá havi eg sæð fram ímóti, at skúlin fór at verða útbygdur og nútímansgjørdur.

– Fleiri ferðir hevur tað ligið í kortunum, men er síðan blivið skotið út, og tí eri eg ógvuliga fegin um, at hendan útbyggingin endiliga verður veruleiki, sigur skúlastjórin við Ósánna, Símun Petur Hjelm.

Sera væl nøgdur
við verkætlanina

– Tað eru altíð ymiskar meiningar, tá ið ein skúli skal byggjast, og soleiðis hevur sjálvandi eisini verið og er her á skúlanum, og tað er eisini umráðandi, at allar meiningar fáa møguleika at koma fram.

– Sum skúlastjóri havi eg verið við og havi fylgt við í fyrireikingunum, og vit hava eisini verið aðrastaðni í landinum og hugt at øðrum skúlabygginginum, og fyri at siga sum er, so eri eg sjálvur sannførdur um, at hendan verkætlanin fer at geva okkum hølisumstøður, sum verða millum tær bestu í landinum.

– Hetta er ein stórhending fyri skúlan her í kommununi, og eg eri býráðnum takksamur fyri tann vilja, sum nú verður lagdur í at geva skúlanum best møguligar karmar – tað fer heilt víst at løna seg aftur, sigur Símun Petur Hjelm, skúlastjóri.