Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlastýrið í Eysturkommunu skipað

Oliver Joensen

Hósdagin í farnu viku hevði nývalda skúlastýrið í eysturkommunu sín fyrsta fund. Stýrið skipaði seg við Páll Isholm sum formanni og Ova heinsens, sum næstformanni.

 Hetta var samstundis fyrsti fundur hjá nývalda skúlastýrinum, sum frá 1. januar umfatar bæði Gøtu og Leirvíkar skúla, ið blivu samanlagdir á nýggjárinum.

Í skúlastýrinum sita umframt Páll Isholm og Ova Heinesen, Beinta Dalheim, foreldraumboð, Jórun E. Johannesen, starvsfólkaumboð, Brandur Jacobsen og Hannan Jensen. Skrivari er Frífinnur Johnsson skúlastjóri fyri samanlagda skúlan.

Fram til summarfrítíðina hevur skúlastýrið fimm fndir, sum veraða 12. februar, 11. mars, 3. apríl, 1. mai og 29. mai.