Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlastýrisval týsdagin 8. november

Tíðindaskriv

Sum kunnugt verður skúlastýrisval týsdagin 8. november 2016. Valið verður saman við kommunuvalinum í KÍ-høllini.

Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tit eru við til at skapa tryggleika,~trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.
Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboð-unum í skúlastýrinum kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður.
Øll við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í skúlan, hava valrætt og valbæri. Vallistin liggur frammi á kommunuskrivstovuni 18. oktober til 1. november. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi mánadagin 1. november fyri at koma á vallistan.

Í samband við valið verður uppstillingarfundur í miðhøll skúlans týskvøldið 25. oktober kl. 19:00. Har verður kunnað um ábyrgdir og uppgávur hjá skúlastýrinum eins og formligu mannagongdirnar í samband við valið. Eftir fundin verður høvi at hava uppstillingarfund. Seinasta freist at lata valevnislistar inn er mánadagin 1. november kl. 18:00.

Vegna valnevndina

Vagn Foldbo, form.