Soleiðis ber til at fáa tíð hjá skúlatannlæknanum um jólini, um neyðugt.
Vakt tann 30-12-16: Marjun og Finngerð
•21. og 22. desember 2016: navn, føðingardagur og telefonnummar verður latið kommununi (tlf. 410000), sum síðani gevur Maluni Levisdóttir fráboðanina á tlf. 220430 (privat). Malan syrgir fyri at ringja til foreldrini at avtala eina tíð tann 30-12-16.
•2. og 3. januar 2017: kommunan kann taka ímóti navni, føðingardegi og telefonnummari og senda barnatannrøktini eina fráboðan á kbt1@klaksvik.fo. Vit ringja til foreldrini tann 4. januar og avtala eina tíð. Eisini kann kommunan biðja tey ringja til barnatannrøktina mikudagin tann 4. januar frá kl. 08.00.
Telefonsvarari hjá barnatannrøktini:
•Malan hevur vakt.
•Er brúk fyri akuttari hjálp frá 27/12 til og við 30/12 kann ringjast til 212651 millum 09.00-10.00. Malan syrgir fyri, at tíð verður givin.
Hava sjúklingarnir so stórar trupulleikar, at tað ikki kann bíða, so kunnu tey royna at ringja til privatar tannlæknar og tannlæknavaktina. Vit hava onga ávísa avtalu við nakran tannlækna.




