Góða veðrið sum hevur verið hesa seinastu vikuna, hevur fingið mong av okkum í summarhýr. Í morgun sat hendan unga kvinnan við Skálavegin og gjørdi skúlating. Hon var farin tíðliga frá húsum og sat og bíðaði eftir bilinum, sum hon skuldi víðari við. Og meðan hon bíðaði, nýtti hon møguleikan sum góðveðrið gav.




