Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlatúrur frá Múla til Árnafjørð

Danial Viðoy

Vit ætla at fara í dag, Kr.himmalferðadag (hósdag) kl 18.00 úr Múla, ganga eftir Múlavegnum til skúlan á Fossanesi, har sleppa vit inn at síggja skúlan og hava frásøgumann.

Tíðindaskriv:

Vit ætla at fara í dag, Kr.himmalferðadag (hósdag) kl 18.00 úr Múla, ganga eftir Múlavegnum til skúlan á Fossanesi, har sleppa vit inn at síggja skúlan og hava frásøgumann.

So fara vit víðari gjøgnum Norðdepil, forbí gamla skúla og vit ganga til tunnilsmunnan. Vit fáa bil gjøgnum tunnilin, ganga oman í Árnafjørð og enda við skúlan har.

Hetta er ein túrur uppá uml 10km og tekur uml 4 tímar.

Vit kunnu møtast kl 17.30 við Fk, og gera avtalur um koyring. Øll vælkomin við.

Veðrið er skiftandi í løtuni og tí hevði verði gott um tit fylgdu við her. Um veðrið ikki er ok, gera vit túrin sunnudagin 8.mai.