Tey seinastu mongu árini hevur Kl. Kommuna brúkt nógvan pening til at nútímansgera Kl. skúlaverk.
Tey seinastu mongu árini hevur Kl. Kommuna brúkt nógvan pening til at nútímansgera Kl. skúlaverk. Nógvur peningur hevur verið nýttur til at umvæla Skúlan á Ziskatrøð og nú er ætlanin at fara undir at útbyggja Skúlan við Ósánna.
Kl. Kommuna hevur í 2004 sett av 2,5 mill. til Skúlan á Ziskatrøð og 4 mill. eru settar av til útbyggjan av Skúlanum við Ósánna. Alt gott um tað.
Spurningurin er tó ósvaraður um, hvussu hesin peningur verður nýttur á ein skilagóðan hátt. Kommunan hevur ikki verið á arbeiðsplássinum og spurt, hvussu fólkini, ið arbeiða í skúlaverkinum, kundu hugsað sær, at skúlaverkið skal síggja út.
Hevur Kl. Kommuna hugsað um samanlegging av skúlunum?
Hevur Kl. Kommuna hugsað um hvussu ein komandi skúli skal síggja út?
Hevur Kl. Kommuna hugsað um hvørji krøv vinnulív, handilslív, hægri skúlar v.m. seta til framtíðina?
Samanlegging
Síðani 1979 hava skúlarnir í Klakksvík verið sundurskildir. Áðrenn skilnaðin, var skúlin soleiðis, at við Ósánna gingu næmingarnir upp til 4-5. flokk, síðani fóru teir niðan á Ziskatrøð har t.d. serhølini eru.
Nú er tíðin komin har skúlarnir finna saman aftur.
Tað verður munandi lættari fyri leiðslu, lærarar, skúlastýrið og ikki minst kommununa við einum skúla. Fyrst og fremst verður ein leiðsla á skúlanum.
Framhaldsdeildin verður á Ziskatrøð, har ið serhølini eru og skulu tey nútímansgerast, soleiðis at tey eru nútíðarhóskandi. Barnaskúlin verður við Ósánna og verður útbygdur eftir tí tørvi, ið ein slíkur skúli krevur.
Við eini samanlegging er ikki neyðugt við tveimum serhølum fyri hvørja lærugrein og tað fer at fremja mundandi betur serhølir, har øll útgerð er tøk til undirvísing og ikki sum í dag, har lærarar og næmingar javnan standa og mangla útgerð.
Við eini stórari framhaldsdeild hava bæði leðsla, lærarar og næmingar betur møguleikar at bjóða út allar vallærugreinar og hetta tænir eisini teimum bókliga veiku.
Endi
Kl. Kommuna eigur at bíða við at útbyggja Skúlan við Ósánna inntil kommunan, Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósánna, skúlastýrini hava viðgjørt málið endaliga.
Vit hava góðar møguleikar á Skúlatrøð og Ziskatrøð at gera ein skúlamiðdepil, har t.d. Tekniski skúli eisini er við.
Petur Hans Joensen,
lærari




