Fríggjadagin var veitsludagur í báðum fólkaskúlunum í Klaksvík. 10. flokkarnir gjørdu vart við at nú var skúlin endiliga liðugur.
Umframt at koyra býin upp og niður við lastbilu, og tveita karamellur til øll sum komu fram við, høvdu næmingarnir eina rúgvu av spælum.
M.a. útnevndu teir ársins Babe, ársins Dude og mangt annað.




