Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin er sveinastykkið

John William Joensen

– Hetta valskeiðið hava vit sett okkum fyri at náa fleiri stórum málum, men tað skerst ikki burtur, at sveinastykkið – bæði hjá mær persónliga og hinum í býráðsmeirilutanum – er tann nýggi skúlin í Klaksvík, har fyrsta byggistig fyri 100 mió. kr. verður klárt at taka í nýtslu í 2018, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.

Tíðindaskriv:

– Hetta valskeiðið hava vit sett okkum fyri at náa fleiri stórum málum, men tað skerst ikki burtur, at sveinastykkið – bæði hjá mær persónliga og hinum í býráðsmeirilutanum – er tann nýggi skúlin í Klaksvík, har fyrsta byggistig fyri 100 mió. kr. verður klárt at taka í nýtslu í 2018, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.

– Hósdagurin 20. juni 2014 var søguligur fyri skúla­skapin í Klaksvíkar Kommunu, tí henda dag samtykti Klaksvíkar Býráð størstu skúlabygging í søgu Klaksvíkar.

– Býráðið samtykti í februar 2014 eina tilgongd fram ímóti hesari skúlabygging, og seinastu mánaðirnar hava vit, í tráð við løgdu ætlanina, arbeitt miðvíst við skúlanum í Klaksvík.

Ein íðin og nærlagdur byggibólkur

– Fyrsta málið, sum vit náddu í apríl mánað, var at samtykkja framtíðar bygnaðin fyri fólkaskúlarnar í Klaksvík, har ein breiður meiriluti í býráðnum samtykti, at vit í framtíðini skulu hava ein samanlagdan fólkaskúla í Klaksvík, skipaður í fleiri eindir við hvør sínari námsfrøðiligari leiðslu.

– Næsta stigið var at fyrireika byggingina, og eg má siga, at tað hevur verið ómetaliga spennandi og læruríkt at verið formaður í byggibólkinum. Limirnir hava givið, tikið og ikki spart seg og burturúr er komið eitt tilmæli, ið einans hevur fingið rósur við á vegnum.

– Limirnir í byggibólkinum hava stórt rós og stóra tøkk uppiborna fyri teirra eldhuga, nærlagni og jaliga hugburð, sigur Jóhann Lützen.

Ein fólkaræðislig og opin tilgongd

– Fólkaræðisliga tilgongdin og opinleikin hava verið eyðsýnd. Býráðið setti ein byggibólk, umboðandi skúlaleiðslur, skúlastýrisforkvinnu og -formann, læraraumboð, býráðsumsiting og politisk umboð fyri bæði meiriluta og minniluta.

– Byggibólkurin, sum hevur havt nógvar dagsfundir, hevur í sínum arbeiði eisini hoyrt umboð fyri ymsu fakbólkarnar í skúlanum. Harumftarmt hevur verið skipað fyri fundum fyri bæði lærarar og foreldur í tilgongdini.

Ein kommuna fyri øll – eisini í skúlanum

Við hesari samtykt signalera vit:

_ at vit raðfesta skúlaskapin í Klaksvíkar kommunu,

_ at vit raðfesta okkara børn og ungu, og

_ at vit ynskja eina kommunu fyri øll – eisini á skúlaøkinum.

– Serøkið er miðsavnað í skúlan. Vit hava øll sama virði, og hetta verður endurspeglað í skúlabyggingini. Tað er ein farin tíð, har børn og ung við serligum avbjóðingum verða staðsett í bygningum burturfrá ymsa staðni í kommununi, slær Jóhann Lützen fast.

Byggitíðin – ein serlig avbjóðing

Tað er sjálvsagt ein serlig avbjóðing – ikki minst fyri skúlaleiðslur, lærarar, næmingar og foreldur – tá ið nýggjur skúli verður bygdur so tætt upp at verandi skúlabygningum.

– Í ráðleggingini hava vit tí lagt stóran dent á, at undirvísingin skal órógvast minst møguliga, meðan byggingin fer fram.

Byrja við skúlagarðinum og atkomuni til heilsudepilin

– Býráðið hevur somuleiðis samtykt at betra um atkomuviðurskiftini til heilsudepilin í skúlanum, sum fevnir um Barnatannrøktina og Gigna, og verður beinanvegin farið undir at fyrireika og fremja hetta í samráð við avvarðandi partar.

– Atkomuviðurskiftini til heilsudepilin hava í nógv ár verið ónøktandi. Ein lyft skal tryggja, at illa gongd fólk nú ómakaleyst sleppa til hølini. Hetta arbeiði byrjar seinni í ár.

– Útiøkið hevur stóran týdning, tá ið hugsað verður um skúlan. Okkara børn og ungu hava sjálvi víst á hetta, nú onnur verkætlan um barna og ungdómspolitikk verður framd.

– Tískil verður í desember mánað í ár farið undir at byggja skúlagarð, sum bæði stimbrar sansirnar og kveikir áhugan hjá okkara skúlaungdómi at røra seg uttandura.

– Tað er ein farin tíð, har skúlagarður einans merkir asfaltfløtur úr enda í annan, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.