Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin í Árnafirði 100 ár

Oliver Joensen

Stórt hátíðarhald var í Árnafirði leygardagin, tá 100 ára dagurin hjá skúlanum í bygdini varð hátíðarhildin. Árnfirðingar høvdu gjørt nógv burturúr.

Nógv fólk vórðu komin saman í skúlagarðinum í Árnafirði, tá Símun Petur Hjelm, skúlastjóri á Ósaskúlanum, bjóðaði vælkomin. Tað er nevniliga soleiðis, at skúlin í Árnafirði hoyrir undir Ósáskúlan.
Nógvir fyrrverandi næmingar vóru møttir til hátíðarhaldið og nógvar røður vóru hildnar. Millum annað greiddi Meinhard Bjartalíð frá síni tíð, sum næmingur í skúlanum í Árnafirði.
Serstakliga bleiv nógv gjørt burturúr navnframa Nicláa ´Poulsen, ið var lærari í  Árnafirði í eitt mannaminni og sum hevði sera stóran týdning fyri Árnafjørð í so nógvar aðrar mátar.
Eisini borgarstjórin, Símun Petur Hjelm, Jórun Høgnesen og onnur fluttu fram røður. Í skúlanum var ábit aftaná móttøkuna og eisini hevði Norðoya Fornminnasavn stilla upp eina gamla skúlastovu í húsunum hjá Ísaki, sum fólk fingu høvi at síggja. Stovan var samansett av gomlum kortum, blekkgløsum, pulti og svørtum longum skúlaborðum. Eisini vóru talvur av ymiskum slag við kritum vístar fram.