Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin í Svínoy letur upp aftur

Helgi Abrahamsen

Klaksvíkar Býráð skal á býráðsfundi í kvøld taka støðu til, um skúlin í Svínoy skal lata upp aftur. Orsøkin til hetta er, at ein familja við fimm børnum fer at flyta til Svínoyar. Trý av børnunum eru í skúlaaldri.

Tá Klaksvíkar kommuna og Svínoyar kommuna vórðu lagdar saman var avtalað, at verandi barnaskúli skuldi halda fram eftir samanleggingina, men stóran part av tíðini síðani tá, hava eingi skúlabørn verið í Svínoy.

Skúlastýri

Sambært Fólkaskúlalógini skal eitt skúlastýri veljast fyri hvønn sjálvstøðugan skúla í eini kommunu. Mentamálaráðið hevur mælt til, at val av skúlastýri skal verða í Svínoy í heyst, men har verða ikki nógv at velja ímillum. Lógin sigur nevniliga, at um ein skúli hevur færri enn 20 næmingar og bara ein lærara, skulu skúlaleiðarin, tvey foreldraumboð, eitt kommunustýrisumboð og eitt varaumboð vera í skúlastýrinum. Kommunustýrið velur sítt umboð og varaumboðið, og hini trý umboðini verða í hesum førinum sjálvskrivað.

Ein annar møguleiki er, sambært Mentamálaráðnum, at skúlin verður skipaður sum ein deild undir skúlanum á Skúlatrøð.

Treingir ábøtur

Um býráðið samtykkir at lata skúlan upp aftur, má greiða finnast á hvørjum standi skúlin er í. Tó er longu greitt at neyðugt er at gera ávísar ábøtur á skúlan, áðrenn hann kann taka ímóti næmingum aftur. Eisini er neyðugt at dagføra útgerð og undirvísingartilfar.

Seinast skúlagongd var í Svínoy var skúlaárið 2004 – 2005.


.