Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin steðgar ikki svimjingini

Miðnámsskúlin á Kambsdali

Klaksvíksgentan Signhild Dánjalsdóttir Joensen er ein av teimum næmingunum á Kambsdali, sum hevur valt at taka miðnám uppá fýra ár. Hetta ger hon fyri at fáa tíð til at luttaka á kappingum uttanlands og leggja dent á svimjingina, samstundis sum hon er lesandi

Klaksvíksgentan Signhild Dánjalsdóttir Joensen er ein av teimum næmingunum á Kambsdali, sum hevur valt at taka miðnám uppá fýra ár. Hetta ger hon fyri at fáa tíð til at luttaka á kappingum uttanlands og leggja dent á svimjingina, samstundis sum hon er lesandi

Signhild er 16 ára gomul og gongur á fyrsta árinum á búskaparbreytini á Miðnámi á Kambsdali. Hon byrjaði sum 9 ára gomul at svimja kapp og hevur ment ítróttina til ein lívsstíl. Umframt nógvar kappingar í Føroyum, hevur hon umboðað Føroyar í fleiri altjóða kappingum.

Vit hittu Signhild ein vakran morgun í mars. Sum svimjari á altjóða støði hevur hon ein upptiknan og innihaldsríkan dag. Kortini hevur hon givið sær stundir at hugleiða eitt sindur um samanrenningina í millum elitu svimjing og skúlagongd, sum hon heldur fer at bera væl til, um ein velur at taka miðnám yvir 4 ár.

– Tað er ymiskt hvussu mínir skúladagar liggja, men ein gerandisdagur kann vera, at eg fari upp kl 05, venji inn til kl 8 og síðani fari eg í skúla. Tað er ymiskt, hvussu langir mínir skúladagur eru. Men eg eri nógv í svimjihøllini, tí eg eri eisini venjari hjá børnum í aldrinum 8 – 13 ár. Og so venji eg sjálv í svimjifelaginum ÆGIR í Klaksvík. Vit hava upp til 10 svimjivenjingar um vikuna, sum svarar til 25 tímar í hylinum ígjøgnum eina viku. Harafturat venji eg eisini styrki og skjótleika á landi.

Av tí at nógv svimjing skal passa inn í gerandisdagin, er Signhild glað fyri, at tað ber til at taka skúlan yvir eitt 4 ára skeið.

– Síðani eg var heilt ung havi eg hoyrt um hendan møguleikan. Eg fann útav hesum ígjøgnum onnur ítróttarfólk. Tað eru fleiri sum velja at taka eitt ár eyka á Miðnám, sum kann vera eitt gott hugskot. Sjálv vil eg avgjørt eggja øðrum, sum eru í somu støðu sum eg, at taka av hesum frálíka møguleika.

Tað er eitt gott tilboð, sigur ungan gentan, sum hevur orsøk at trúgva at hon kemur ígjøgnum tað, ið hon setir sær fyri.

– Eg havi altíð ætlað mær at tikið eina miðnámsútbúgving, men samstundis vildi eg eisini leggja dent á mína ítróttargrein. Tí eri eg ógvuliga glað fyri at eg bæði sleppi at venja og lesa. Um skúlin ikki veitti henda møguleika, so hevði eg nokk verið noydd til at valt okkurt frá. Nú havi eg møguleika at luttaka í tí mesta, fara á venjingarlegur og til kappingar uttanlands. Og hetta ávirkar ikki mína fráveru eins nógv, um eg skuldi tikið útbúgvingina yvir trý ár, sum vanligt er. Av somu orsøk havi eg heldur ikki líka langar skúladagar sum hinir næmingarnir. Tað skal helst vera so, at eg skal hava stundir at fokusera uppá bæði svimjingina og skúlatingini, sum hava javnt stóran týdning fyri meg.

Signhild gongur á búskaparbreyt og hevur allar sínar undirvísingartímar saman við floksfeløgum úr B16a.

– Hetta er ein góður flokkur, ásannar Signhild Dánjalsdóttir Joensen og fortelur, at komandi ár skal hon eisini fylgja undirvísingini í einum øðrum flokki. Men hetta sær hon ikki sum nakra forðing, tí framvegis sleppur hon at fylgja sínum egna flokki í flestu lærugreininum. Eg trívist væl á skúlanum og mær dámar væl fakini á búskaparbreytini. – Tað besta við Miðnámi á Kambsdali er, at her er stuttligt at ganga, pláss er fyri øllum og fakliga innihaldið er á høgum støði, sigur ídni lesandi svimjarin.