Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin stórsligna gávu

(Erik Biskopstø)

Listamaðurin og føroya- vinurin, P. O. Hansen, handaði fríggjadagin skúlanum á Ziskatrøð ein stórslignan málning.

– Tað eri eg, sum takki, tí Føroyar og ikki minst Norðoyggjar hava givið mær so stóran íblástur, segði ein rørdur P. O. Hansen.

P. O. Hansen var fyrstu ferð í Føroyum miðskeiðis í sekstiárunum og hevur mangan vitjað aftur og knýtt vinarlag við føroyingar.

Ein av hesum vinum er Ólavur Sjúrðarberg, sum nú er varaskúlastjóri á Ziskatrøð.

Nú var tíðin komin, at P. O. Hansen vildi finna eitt gott stað í Klaksvík, har fólk, børn og ung kundu fáa gleði av einum málningi hjá sær.

Føroyar góvu P.O.
eina nýggja byrjan

Her er brot úr røðu, sum Ólavur Sjúrðarberg helt fyri vinmanninum í sambandi við møttøkuna og avhendanina av stóra málninginum. Hetta var samstundis eisini føðingardagur P. O. Hansens.

Góðu tit øll, sum higar eru komin í dag.
Góði Poul og Niels.

Tað, at vit eru samlaði her í dag, er í grundini úslitið av einari vitjan og nýggjari byrjan hjá P. O. Hansen, sum hendi afturi í sektiárunun.
Tá kom hann fyri fyrstu fer til Føroyar, trilvandi og leitandi eftir onkrum, sum hann føldi bylgdist í barmi hansara.
Hann vildi okkurt, hann vildi meir, hann vildi fram á listaleið síni, hann málaði, hann teknaði og han tók notatir, bæði sum orð, men sanniliga eisini sum smáar myndir.

Skjótt fekk Poul tokka til útoyggjarnar her og fólkið, har býr. Hann kom og kemur enn, sum ein annar flytifuglur, regluliga ár um ár at vitja, at gera síni serligu notatir, málaði og málar tað sermerkta føroyska ljósið, teknaði og teknar fuglar, brim, bátar, ja alt hann kemur framá í tí lítla samfelagnum, og sum ein av bestu vinmonnum hansara úti á bygd málbar seg: “Hvad er det for nogle kryllefikser du tegner?”

Hetta ella hesi “kryllefiksini” vóru og eru tey veruligu notatini til tað, ið Poul sum listamaður arbeiðir við og er kendur fyri.
Her síggja vit eitt av teimum sera, sera mongu úrslitunum burtur úr øllum hesum mongu “kryllefiksum”, sum hann hevur fest á blað heima í atelieri sínum og inni í høvdinum – notatini eru føroysk, og myndin her er sera føroysk.

P.O., hjartaliga takk fyri, og tit øll, hjartaliga takk fyri.