Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin við Ósánna prýddur við myndlist

Dávur Winther

Í morgun, tá børnini komum aftur í skúla eftir summarsteðgin, var samkoma í sambandi við at eitt listaverk, Kópakonan, sum Edward Fuglø hevur gjørt, varð avdúkað.

Í morgun, tá børnini komum aftur í skúla eftir summarsteðgin, var samkoma í sambandi við at eitt listaverk, Kópakonan, sum Edward Fuglø hevur gjørt, varð avdúkað.

Edward Fuglø, listamaður og Signhild Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini avdúkaðu listaverkið. Edward greitt frá verkinum, meðan Signhild greiddi frá tilgongdinum um at fáa til vega verkið.

Skúlastjórin, Símun Petur Hjelm takkaði fyri vegna skúlan og minnti á at fara væl um verkið, sum ivaleyst kom at verða kveikjandi hjá børnum í so mangar mátar, umframt at tað prýddi um til so mong onnur tiltøk, sum eru í skúlanum.

——

Røðan hjá forkvinnuni í Mentanarnevndini:

Skúlin við Ósánna prýddur við myndlist.

 

Góðu tit øll í skúlanum – Lærarar og næmingar!

 

Býráðið samtykti 27. september 2011, at øll ný- ogumbygging hjá kommununi skal fyrireikast soleiðis, at listarligt prýði verðurpartur av byggingini.

 

Skúlin við Ósánna var undir bygging, tá ið hendansamtykt kom í gildið, og av tí at henda samtykt, ikki var afturvirkandi, komskúlin ikki undir hesa skipan.

 

Tað er at harmast um, at ikki hevur verið gjørt meiraburturúr, at prýða henda snotiliga skúlan listarliga.

 

Men betur seint enn ongantíð.Tí fegnist eg sumforkvinna í Mentanarnevndini um, at vit 13. juni í ár fingu avtala við ein avokkara bestu listarfólkum, Edward Fuglø, um at prýða skúlan við einumlistaverkið.

 

Góðir karmar, góð faklig undirvísing og sosialsamvera eru neyðug og eiga vit sum mynduleikar at stuðla upp undir á hesum øki.

Men vit sum einstaklingar eiga at hava frælsi,tað frælsið at kunna síggja, føla, lukta og njóta tilveruna.

 

Tómir veggir eru kaldir, ráðir, deyðir og minkaokkum um lívsgóðskuna og vit gerast fátøk.

 

Vit skula hava møguleikan til avbjóðingar oglívligan fantasi. Børn og ung hava ein óspiltan fantasi og kann tað geva teimumspennandi upplivingar og gleðir, sum vit eiga at eggja og stuðla undir, heldurenn at rana frá teimum.

 

Sagnin m.a. sigur soleiðis:

Kópar eru av fyrstu tíð komnir av fólki, sumhevur sjálvt stoytt sær oman og forkomið sær í sjónum.

Eina ferð á hvørjum ári, og tað er á trettandunátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum menniskjum;teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á helluni í fjøruni oginni í látrunum.

 

Listaverkið kann uttan iva verða við til, at skapaforvitni og áhuga hjá okkara børnum og ungu, vónandi verða tey eisini eggjaðitil, at nema sær listarligar førleikar. Myndaevnið, sum í hesum føri er úreinum av kendu sagnum okkara, kann verða við til at gera undirvísingina meiralivandi og viðkomandi.

Eisini hjá teimum, sum vitja skúlan til ymisk tiltøk,fer verkið at prýða um og lata hugin reika, so sum tað er ætlað til.

 

Lívið er gátuført:

Soleiðis eisini listaverkið á vegginum, myndintalar fyri seg. Samanspæl ímillum kópar uttan ham ella menniskju í hami. Sær útsum um ikki alt kemur fram í ljósi, okkurt verður dult handan svarta veggin, sokunnu vit bara lata hugin reika og ímynda okkum tað, sum er í tí dulda.

 

Lívið er gleði:

Soleiðis eisini listaverkið á vegginum, dansur, spæl,sangur og samvera saman við vinum. Vit eins og kóparnir á trettandi nátt viljaso gjarna stuttleika okkum, hvat er lívið uttan dans, spæl, sang og góðar løturvið góðum vinum ella floksfeløgum, hvørt til sína tíð og stað.

 

Ikki kann sigast annað, enn at Edward her hevurinnlivað seg í eina verð, har hann hevur latið sínar listagávur fingið hugan atreika, okkum øllum til forvitni og gleði.

 

Fær Edward lørit og pensil í hond “kann hannikki ráða sær heldur enn kópur, tá ið hann sær húðina”.

 

Tað er ein gleði at vit í dag, vónandi sum taðfyrsta í røðini, hava avdúkað eitt listarverk latið til Skúlan við Ósánna.Stóra takk til Edward fyri skjótt og væl úr hondum greitt arbeiði!

 

Til lukku til okkum øll og til tykkum, sum havatykkara dagligu gongd her á skúlanum, vónandi verður hetta meira enn bara eittveggjaprýði fyri tykkum og vóni eg, at tit taka hetta til tykkum og fara væl umlistaverkið.

 

Signhild V. Johannesen

forkvinna í Mentanarnevndini