Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skulu spæla um medaljupláss

Danial Viðoy

Amager VK, sum hevur fýra klaksvíkingar knýttar at hópinum, spæla í hesum døgum avgerandi dystir í Middelfart. Sigurin í gjár á Køge hevur við sær, at tær nú sleppa at spæla um medaljupláss í bestu donsku flogbóltskappingini.

Elisabeth Purkhús spældi ein sera góðan dyst í gjár, stendur skriva á Facebook-síðuni hjá liðnum.

Tað er ein tíð síðani, at vit hoyrdu frá føroysku flogbóltsgentunum í Amager VK. Síðani seinast er sjálv kappingin liðug og play-off dystir hava verið.

Tær hava spælt play-off dystir, har 6 tey fremstu liðini eru umboðað. Seinastu dystirnir av hesum slagi eru í Middelfart frá 23-25 mars.

Á Facebooksíðuni hjá teimum ber til at fylgja gongdini. Facebooksíðan er her.

*myndin omanfyri er frá Facebooksíðuni.