Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skunda sær spakuliga

Oliver Joensen

Helena Dam á Neystabø fekk tapliga 180 milliónir játtaðar til strandferðslu, sigur Kári á Rógvi, løgtingsmaður í hesum kjakinnleggi sínum.

Hon fekk enntá tvær milliónir meira enn umbiðið. Henda risajáttan er til ‘heila draslið’ – skip, bilar, olju, umvæling, Svínoyarleið, Suðuroyarleið, ja enntá stjóraløn og starvsfólkaútferð. Men sum í sanginum um ta ‘Skjønnu Helen’ – ið var “oppdratt til rikdom og herlighet” – so skuldi alt vendast á høvdið í hesum máli. Nú skal serliga játtast til møttrikkar og búsningar á Smyrli, tí umsitingin hevur skundað sær spakuliga við einum breki, ið vísti seg longu í 2007.

Skundskipan
Vit hava rættiliga stranga stýrisskipan. Hon sigur greitt, at útreiðslur skulu játtast fyrst; síðani kann peningur brúkast. Hetta verður gjørt við landsins fíggjarætlan, ið kallast løgtingsfíggjarlóg.

Men tvinnanda mátar eru at fáa játtan umframt fíggjarlógina. Annar er at samtykkja eykajáttanarlóg á løgtingi; hin er at fáa góðkent fíggjarnevndarskjal. Hesin seinni møguleikin ber í sær, at landsstýrismaður í viðkomandi málsøki saman við landsstýrismanni í fíggjarmálum prógva málið hava skund og vera komið óvart á tey. Fíggjarnevndin viðger tá fyrst treytina um ‘skund og óvart’ – síðani kann nevndin viðgera málið og taka støðu til, hvørt hon vil játta ella ikki.

Seinan skund
Skjalið, ið vit fingu í málinum um Smyril var út av lagi vánaligt. Greitt var frá, at brekið langt síðani var staðfest, at framleiðarin av hesum stóru finnum hevði ábyrgdina, at eftirlitið við teimum hevði svikið – bæði hjá framleiðara og hjá okkara monnum – tí nøktandi trýstroyndir vórðu ikki gjørdar.

Serliga áhugavert var, at brekið fyrst var funnið í 2007 og endaliga staðfest í februar 2008. Undir vanligum umstøðum kann hending í februar júst vera dømi um nakað, ið kemur óvart á – tá er fíggjarárið jú byrjað. Er hendingin nóg stór og óvanlig, kann talan vera um at treytin í stýrisskipanini er hildin.

Men júst í fíggjarárinum 2008 var høvi at fáa alt við. Landið varð rikið eftir tí serliga slagnum av fíggjarlóg, ið kallast bráfeingis játtanarlóg. Tann endaliga fíggjarlógin var løgd fram, viðgjørd og samtykt í tíðarskeiðnum frá 22. apríl til 30. mai 2008. Viku seinni vildi Helena flyta finnurnar.

Sjálvur sat eg við greinini á fíggjarlógini, ið Helena varðar av. Á hesi grein var lagt upp fyri lønarhækkan, hækkandi oljuprísi og øðrum, ið væntandi var – men tikið var av upphæddini í mun til 2007 fyri útreiðslurnar av at senda Smyril í dokk; Smyril hevði verið í dokk í 2007 og væntaðist ikki í dokk aftur fyrr enn í 2009. Støðan er sostatt tann, at antin visti innlendis- og samferðslumálaráðharrin, at peningur manglaði, ella átti hon at vita tað.

Tá ið fíggjarnevndarskjalið endar við orðunum: “hetta mál hevur skund,” er hetta tað, tey nevna “non sequitur” – láturliga høpisleyst framhald av tekstinum omanfyri. Onki av tí, ið sagt er í fíggjarnevndarskjalinum kann logiskt føra til niðurstøðuna, at málið eftir stýrisskipan okkara hevur skund og fíggjarnevndin tí hevur loyvi at viðgera tað.

Vita og vilja
Strandferðslan og landsstýrismaðurin í samferðslumálum hava skyldu at røkja skip og farleiðir innanfyri sína játtan. Strandferðslan hevur eina ta størstu játtan á fíggjarlógini; Strandferðslan hevur inntøkur fyri knappar hálvthundrað milliónir; Strandferðslan kann hækkað prísir, broyta ferðaætlan, bíða við hesum ella hasum og annars venda kappan eftir vindinum.

Um landsstýrismaðurin loyvir, at Smyril verður forsømdur innanfyri hesa risajáttan, kann talan verða um ákæru eftir lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Stjórin tykist afturímóti dugnaligur og ágrýtin – og roynir sum frægast at verja stovn sín, nú Helena er farin í feriu og letur stjóran vera einsamallan á brúnni.

Men eitt segði hann, ið er ódámligt. Hann segði við útvarpið okkurt um, at hann ‘ikki hevði skil fyri tí politiska.’ At siga so er nakað sum at koyra bil og ‘vita nakað um allar hasar drøyju víkiskyldurnar.’ Allir góðir borgarar kenna stýrisskipan landsins, og ongin kann biðja lova sær at vera millum landsins umsitingarleiðara og ikki vera førur fyri at lesa tann tøkniliga sæð einfalda manualin, ið eitur “fíggjarmál landsins” og eru fimm stuttar paragraffir í stýrisskipanarlógini. Millum mest upplagdu tulkingarnar av stýrisskipanarlógini er, at løgtingsins fíggjarnevnd ikki skal verða betur kunnað av at lurta eftir útvarpstíðindum enn av at lesa fíggjarnevndarskjalið.

Ongin maskinmaður hevði viðgingið ikki at hava skil fyri dimensjónum og gevindum; ongin almennur stjóri eigur sjálvsikkur at siga seg ikki hava skil fyri stýrisskipan landsins.

Om igen
Í fíggjarnevndini er so, at trý av sjey skulu til at staðfesta, at talan ikki er um skundmál, ið vit kunnu avgreiða uttanum løgtingið. Tá ið vit tríggir í andstøðu (eisini sambandsmaðurin) høvdu staðfest júst tað sama, at treytin ikki nær námind var lokin, so legði samgongumeirilutin seg í lívd av okkum og ‘hevði skund’ at vísa skjalinum burtur.

Ongi tekin vóru um at samgongan var sannførd – og enn minni samd. Fíggjarnevndarskjalið tykist antin vera stemplað fyri frið skyld ella at vera ein roynd snildisliga at økja játtanina uttanum samlaðu raðfestingina í løgtinginum. Enn hevur ongin samgongupolitikari úttalað seg fyri hesi játtan – hetta er nú vorðið eitt løgið mál millum strandferðslustjóran og minnilutan í fíggjarnevndini.

Sjálvstýrisflokkurin strongdi á at raðfesta Suðuroynna undir fíggjarlógarviðgerðini. Vit løgdu dent á at framskunda eftirskúla í Hvalba, vit eru fyri vakstrarætlan, vóru vit at samtykkja økisdepilin fyri sinnisveik, fyri nýggjum námi í Prestfjalli, fyri bakkaverju í Sumba og Fámjin, og hava lagt stóran dent á at skúladepilin í Hovi eisini skal bjóða út annað enn miðnámsútbúgving, t.d. hægri útbúgving sum fjarlestur. Var sannførandi umbøn um økta játtan rættstundis fráboðað, so hevði ikki skortað vilji Sjálvstýris at raðfest Strandferðslu hægri og kanska okkurt annað lægri.

Tí dámar okkum sera illa at hesin bólturin aftur verður sendur innfyri til rangstaddan landsstýrismann. Hevur landið mist pengar ella mist høvi at umvæla Smyril, so verður ikki fíggjarnevndin ábyrgdað. Ongin konto á fíggjarlógini eitur “Smyrlafinnur” líka so lítið sum “síðsti túrur hjá Másanum” ella “bilur og ein um Suðuroyarfjørð” ella “økt sigling um Skopunarfjørð” eru konti á fíggjarlógini.

Ábyrgd er landsstýrismanna.